Maus A survivor`s tale

 



Hvussu livur man við sálarloystum og við teimun ræðuligu upplivinginum man hevur verði úti fyri? Og hvat um hetta eisini hevur ávirka síni børn, sum ikki eingong vóru fødd, tá ið hendingin fór fram? Og hvussu kann man sum barn av einum sum hevur yvirliva holocaust, skilja síni foreldur hava verdi úti fyri?

Art Spiegelman er ein kendur teknari og myndaprýðari og ritstjóri í Amerika, og hevur arbeitt innan teknirøðir og við underground comix umhvørvinum í 70` inum. 

Hann teknaði og skrivaði nakrar stuttar teknirøðir um sítt lív, og í 1972 bleiv hann spurdur um hann kundi teknað eina trý panel teknirøð, og hann hevði ætlanir um at gera eina um rasistiaku viðurskiftuni, har rasistarnir vóru teknaðir sum kettur og tey myrku sum mýs. Í staðin fyri rasismu evninum, gjørdi hann teknirøðina um foreldruni hjá sær og teirra stríð og yvirlivilsi sum jødar í Pólandi. Hetta bleiv til Maus og sum seinni bleiv til eina teknirøð. Hvør tjóðarbólkur blivu teknað sum sum djór. Kettunar eru týskarir, jødanir eru mýs, pólendingar eru grísar og amerikanarir eru hundar.

Art hevði í eina tíð, hugsa um at gjørt eina teknirøð um pápan og mammuna og hvussu tað var at verða jødi í Pólandi undir annan heimsbardaga og tíðina í Auschwitz og hvussu tað hevur ávirka tey. 

Men Art og pápi hansara Vladek hava ongantíð havt eitt sera gott samband við hvønn annan og verri gjørdist tað, tá ið mamman, Anja gjørdi av við sær sjálvari, tá ið hann var 20 ára gamal. Tað er trupult at skilja hvønn annan, tí pápin hevur verði ígjøgnum ræðuligar hendingar sum hevur sett síni arr, og Art skiljur ikki hvussu traumatiskt tað hevur verði. Hann skiljur ikki hansara tankargongd ella atburð, ella hansara ættarlið. Men Art kemur at vitja pápan og tekur upp samtalurnar uppá kassettubondum og spyr honum spurningar. Tó teir skeldast og trætast, viðhvørt, so kemur Art at skilja pápa sín betri. Pápi hansara, Vladek tosar heilt opið um hvat hann gjørdi undir krígnum og hvussu hann yvirlivdi Holocaust. Hann er ikki bangin um hvat onnur fara at hugsa um hann ella um hvussu tað kann verða lýst.

Pápin sigur frá um sítt lív áðrenn kríggjið byrjaði.  Hann møtti Anna, kallað Anja, sum kom frá einari ríkari familju. Tey giftust í 1937 og fingu ein son, Richieu, men í 1939 bleiv Vladek sendur í polska herin og skulu í kríggju ímóti Týsklandi. Tíanverri taptu pólendingar og Vladek og hinir hermeninir blivu sendir í fangalegu. Vladek og hinir jødanir skuldu búgva í teltum og fingu minni mat, enn teir pólsku hermenninar.  Ein dagin fingu fanganir at vita at teir sluppu heim aftur, men tað er truplari fyri jødiskum fangum og Vladek møtti einum manni, sum hjálpti honum. Tveir dagar framanundan var ein bólkur av 600 jødisku fanganir,  skotnir av týskarum og Vladek slapp vekk í síðstu løtu.



 Vladek kom heim aftur til familjuna, men støðgan hjá jødinum í Pólandi er versna. Róp í gøtunum um at rudda landi av jødum, jødar sleppa ikki út um kvøldini og so við og við missa tey meira rættindir. Vladek starvast í tí  svarta marknaðan og fann á tann hátt, ein máta at forvinna sær pengar og fingu pengar til mat.  Hann er ein dugnaligur og uppfinnsamur maður og er eisini heldigur, tí hann hugsar sera skjótt, tá ið hann kemur í trupuleikar. 

Men øll familjan hjá Anju ( Vladek, Anja og sonur teirra búgva saman við foreldru hennara, og tað sama gera omman og babbin hjá Anju og eldra systur og eldri bróðurin við familju), blíva tvungin til at flyta í eina ghetto.

Seinni blívur familjan send til Srodula, eina lítla ghetto. Vladek bygdi eitt loyniligt skýl til familjuna Har megnaðu tey at krógva seg longi, inntil ein dagin tey blivu funnin og handtikin. Til alla lukku hevði Vladek eitt syskina barn sum hjalpti honum og Anju út, men foreldruni hjá henni vóru eftir. Seinni fingu tey at vita, at kvinnan sum ansaði eftir son teirra Richeiu, gjørdist bangin og tók lívið av sær og hinum børninum sum hon ansaði. 



Tey høvdu nú onga aðra familju eftir. Í Srodula megnar Vladek, Anja og onnur at krógva seg, beint áðrenn legan skuldi tømast, og nakrar dagar seinni fóru tey út úr tí tómu leguni og vóru frí. Men trupuleikin var so, hvar jødar kunnu krógva seg í einum tyskum hersetum landi.

Vladek og Anja megna at krógva seg longi í Pólandi, áðrenn tey gjørdu av at fara til Ungarn, men tey blivu snýtt av smugglarinum og tikin av nasistinum blíva send til Auschwitz í 1944.

Vladek og Anja blivu skild sundur og vistu ikki um tey nakrantíð komu at síggja hvønn annan. Í Auschwitz endar Vladek í einari barakk, har ein leiðari bestemmaði yvir teimun. Hann hjálpti leiðaranum at læra seg enkst og á tann hátt fær hann meira mat og betri klæðir. Hann fær eisini at vita hvar Anja er og fær samband við hana. Tá ið russiski herðurin byrjar ar nærkast, blivu allir fanganir sendir inn í Týskland. Vladek og hini fanganir noyddust at ganga sera langt og blivu tvungin inn í tokvognar, og endaðu aftur í einari legu. Tá ið kríggjið var liðgut, var Vladek enn fangið, tí týskarinir góvu ikki upp. Men til endans blivu Vladek og fangarnir leyslættnir og komu í samband við amerikanarinum, sum bjargaðu teimun.

Vladek fór aftur til Póland og har megnaði hann at møta Anju aftur. Tey fluttu til Svøríkið, har tey fingu Art  og so fóru tey  til Amerika.

Teknirøðin Maus kom út í tveimun bindum tók 13 ár at skrivað og kom út í 1991og vann Pulitzer Prize virðislønina í 1992. Tíanverri doyði pápi hansara, Vladek í 1982. 

Men aftaná hann gav bøkunar út, varnast hann, hvussu lítil hann føldi seg. Við at skrivað og tekna bókina, bleiv hann sálarliga illa fyri og visti ikki hvat hann heilt skuldi gera. 



Søgunar sum pápin fortaldi hava gjørt, at hann hevur fingið tunglyndi og følir seg illa. Akkurát á hvønn veit hann ikki heilt, men í fyrstani tá ið Maus kom út, hevði hann ongan áhuga í at gera tað til sjónvarpsrøð ella film.

 Art hevur altíð hildi at pápi sín er strævin og troyttandi at verða saman við, men tá ið hann tosadi við honum og spurdi honum spurningar um Holocaust, varnaðist hann hví pápin var sum hann var. Hansara serliga atburð og hansara treiski hevur ofta øst Art, og sambandið ímillum teir hevur ikki verði av tí besta.

Art Spiegelman hevur sjálvur sagt, at eingi boðskapur er úr Maus. Hann vildi bara skrivað eina bók um upplivingarnar hjá pápa sínum. 

Men tann boðskapurin eg fekk frá hesum er, at hatur elvir til meira hat. At menniskjur kunnu verða sera ónd, og ljótt ímótir hvørjum øðrum. Maus haldi eg, kann blíva brúkt til at læra onnur, um ræðuligu søguna um holocaust og at tað aldrin má endurtaka seg aftur.

Bókin er nú blivin ein klassikari og eg haldi, at hon skuldi blivið umsett til føroyskt.




Kommentarer

Populære opslag