Hvor flodkrebsene synger
Kya hevur altíð verði einsamøll, síðani øll í familjuni so spakuliga fóru frá henni. Hon hevur ansa eftir sær sjálvari og funni mat, og rudda. Men hon keðir seg ikki, tí har var altíð okkurt at gera í láglendinum og í mýrinum, har hon eygleiðir djóralívið og fuglanar. Hon heldur seg vekk frá øðrum fólkum, inntil ein ungur drongur vil gerast vinur hennara og tá broyttist alt. 1969. Chase Andrews var ein sera vældámdur ungur maður, í bygduni Barkley Cove. Men ein dagin var hann funnin deyður uttan fyri bygdina, og løgreglan heldur, at hann var fyri einum óhappið og doyði av løstinum. Men slaturin gongur um at Chase var ofta sæddur saman við tí merkiligu Marskgentuni, sum kanska hevði okkurt við deyða hansara at gera. 1955 Kya er seks ár, tá ið mamman knappiliga fer frá heiminum og hvørvur. Familjan býr ímillum láglendinum og sjóvarstrondina við North Carolina í 1960. Tey búgva í einari lítlari skirvisligari smáttu, uttan streym og rennandi vatn inni. Tey búgva, langt vekk frá øðrum fólku