Spennandi føroyskar barnabøkur úr veruleikan

 Børn dáma væl spennandi bøkur og tað er meira spennandi um tær eru úr veruleikanum.

Her havi eg samla nakrar krabbabøkur og eina krossfiska bók, sum eru sera væl umtøktar á bókasavninum.

1.

Fangaður í bjarnaklónum, álopin av áarrosinum, fangaður í kjafti tikarans. 



Nicole Boyle Rødtnes hevur skrivað tríggjar bøkur  um skakandi søgur, um fólk sum eru komin illa fyri, ella eru deyð av løstinum, tá ið tey komu ov nær villum djórum. Søgunar eru ræðandi, óhugnaliga og tínanverri sannar. 8 til 10 søgur eru í hvørjari bók og aftaná hvørja søgu, er ein faktasíða um djórið, sum søgan var um.Myndinar eru teknaðar í svørtum og hvítum og sera væl teknaðar og vakrar( og óhugnaligar.

Hesar bøkrunar dáma børnini sera væl at lesa, vegna tær ræðuligu álopini.

Bøkurnar eru blá krabbi til fimta flokk


2.

21 sannar detektivgátur, 19søguligar gátur, 18 duldarfullar gátur


Hesar bøkurnar skrivaðar av Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson, eru rættiliga gátuførar og ger at børnini skulu gita loysnina. ( tó at loysa gátuna, skal man lesa tekstin ella hyggja at myndinum)

Børn elska gátur og nógvar av gátinum eru sera óvantaðar og børnini hava heilt sikkurt ikki hoyrt um tær fyrr. Hetta ger at tey blíva púra ovfarin av svarinum.

Hesar bøkurnar eru blái krabbi. Til fimta flokk.


3.

Horvin



Gátuførar hendingar eru sera spennandi og serliga tá ið eingin hevur funnið út av hvat er hent. John Townsend hevur skrivað hesa og eina aðra sum er nummar 4.
Í hesari bókini lesa vit um fólk sum eru horvin og eingin spor eru eftir teimun og eingin rættiliga veit hvat er hent. Fleiri teorir eru, til hvat er hent men einki sum kann loysa gátuna til hvar fólkini eru.
Bókin er í røðini Gátuførarhendingar.
Hon er grønur krabbi, til sætta flokk.

4. 

Óloyst brotsverk



Hesa hevur John Townsend eisini skrivað.
Sum oftast finnur løgreglan út av, hvønn er ránsmaður ella drapsmaður ella kvinnan er, tá ið eitt morð er framt.
Men hvat hendir, sum eingin drápsmaður er at finna og løgreglan hevur ongi spor.
Í hesari bókini eru seks dráp, har løgreglan ikki hevur funni út av hvønn hevur framt tað, og hví.
Bókin er grøn krabbabók

5.

At yvirliva


Henda krossfiskabókin er sera áhugaverd og spennandi og lýsur hvat man skal gera tá ið men er komin í vanda í einari oyðimørkini, í frumskóginum, ella á havinum.
Hendan bókin lýsur hvat man skal hava við sær og hvat man skal gera fyri at yvirliva og hevur eisini nakrar stuttar søgur, um fólk sum komu í vanda og teirra ótrúligu yvirlivingarnar.
Hendan bókin er blá krossfiskabók



Kommentarer

Populære opslag