11%




 Í framtíðini eru tað kvinnunar sum hava valdið. Teir menninir sum eru eftir, búgva í dyrkingarhølir í Lollandi, og eru undir strengum eftirlit og taka doyvandi heilivág, so teir ikki kunnu berjast ella skaða kvinnunar. Kvinnunar brúka teir seksuelt ella tá ið tær skulu fáa børn. So við og við eru tað bara 11% menn eftir og allir búgva í dyrkingarhølinum.

Dyrkingarhølir eru næstan í øllum heiminum nú, og ongi mannfólk ganga leysir í samfelagnum longur. Eitt eitur “ mandedamerne” har nakrar kvinnur hava verði undir skurðviðgerð og fingi sær ein falskan penis. Hesar mandekvinder taka sær av smábørnum og um kvinnur vilja royna seg við einum manni, og ikki vilja fara til dyrkingarhølini, so gjalda tær fyri eina tíð hjá teimum.

“ Alle ved at hanner er mere følsomme og reager voldsomt hvis de bliver udsat for det kan ophidse dem.”

Menn eru vandamiklir. Teir oyðuløddu tað gamla samfelagi, og drupu og neyðtóku kvinninar. Heimurin var í ringum standi, orsaka av monninum. Men so byrjaðu kvinnunar at berjast fyri at blíva hoyrdar og ein kvinnulig kollvelting byrjaði, sum skumpaðu menninar til viks. Kvinnunar tóku yvir og so við og við høvdu tær ikki brúk fyri monninum. Nógv ár gingu, og kvinnunar høvdu tamarhald á øllum. Enn tá kirkjan og tann kristnatrúgvin blivu broytt til at passa inn í tann feministiska heimin. Guð, Jesus og bíblian bleiv ov maskulin. Nú skuldi Móðurin, Maria, Magdalena og Agathe dyrkast og søgan broytt til at dyrka kvinnuna. Tað vóru menninir sum skrivaðu bíbliuna, men teir løgdu einki um kvinnunar í trúnni, sum seinni blivu gloymdar.

“ Du kan overveje, hvorfor der er so mange ord, der aldrig er lavet i feminin form. Som drabsmand og voldtægtsmand. Eller krigsherre.”

Tað eldra ættarliði práta nógv um fortíðuna og hvussu kvinnunar stríddust fyri líkarættindir og gjørdu eitt nýtt samfelag, men tað yngra ættarliði práta bara um hvussu gott heimurin er nú og hugsa bara um lívið beint nú. Ættarliðini skilja ikki hvønn annan og klandrast allatíðinar um hvussu man letur fortíðina bestemma hvuss man livur sítt lív.

Du ved vel, at 96% af alle mord blev begáet af mænd, da de gik frit. Du skal huske, at det ikke er menneskeheden som art, der er mordisk, der er mænd, der er det.”

Kvinnunar hava í nógv ár viska burtur alt sum menninir hava gjørt ella sum teir stóðu fyri. 

Fýrakanta hús og beinir vegir eru frá patriarkalsku tíðini, tá ið menninir ráddu. Rottugentunar loysa rottur í gamla økinum, og í gomlu húsinum. Rottinar grava tunnlar og oyðuleggja fundamenti, so húsini fella, og so náturan spakuliga tekur yvir. Kvinnunar ( átta í hvørjum húsi)búgva saman nú í rundum húsum við vøkrum urtagarði.

Mænd havde brugt flere århundrede på at ødelægge alt omkring sig, der for var det vel forventeligt, at det mindst ville tage naturen et par hundrede år at genoprette balancen”

Í bókini fylgja vit heksina Medea, kristna prestin Wicca, ungu kvinnuna Stille og læknan Eva.

Kvinnusamfelagið ljóðar til at verða eitt perfekt samfelag, men onki er perfekt, og tá ið man lesur um kvinnunar í bókini, sær man hvussu hvør av teimum liva og hvussu tær uppliva tað góð og tað ringa í matrialsku samfelagnum.

Medea er heks og býr í einum klostri í slumbýlinginum í Fredriksberg. Hon ger heilsidrikkir av urtum, og hjálpir mannakvinninum í slummuni. Eisini dyrkar hon slangir, og eigur 87 kobraslangir í kjallaranum. Hon dyrkar tær fyri giftini ella selur tær til granskarar, sum granska slangunar og vóna at finna ein hátt at fáa kvinnunar við barn uttan at brúka ein mann.

 Hvis ormeslangen kunne klone sig uden at generne blev for ensartede, burde mennesket også kunne, mente de. “

 Hon býr saman við “systrunum” , Ældste, sum er dement og kvinnuni Stille, sum ikki prátar. Medea tekur sær av øllum í klostrinum og stríðist fyri at forvinna pengar til tær. 

Men har er eisini onkur annar, sum býr har, og sum ongin uttan fyri húsini vita av. Ein sjey ára gamal drongur býr saman við teimum og allar eru bangnar fyri honum. Í sjey ár hava tær krógva hann í húsininum, læst hann inni í einum kamari og kunnu ikki gera annað enn at geva honum at eta.

Tær vænta hvøja løtu, at maskulinu sterku kenslunar og kvinnuhaturin fara at koma og  at hann fer at gera skaða á teimum ella neyðtaka ella drepa tær.

Ein dagin bankar presturin Wicca uppá hurðina. Hon hevur hoyrt at Medea selur slangur, og tær eru óvanliga sterkar. Trupuleikin hjá Wiccu er, at av tí at hon er prestur, skal hon brúka eina kobraslangu til guðstænastuna, og blíva bitin av henni. Men allar hennara slngur blíva ússaligar og doyggja. Medea hjálpir henni at velja eina og gevur henni góð ráð, um hvussu man tekur seg av henni.

Wicca er prestur í kirkjuni og er frá W linjuni. Hetta er ein serstøk familja, hvørt kvinnur blíva presta. Wicca er eftirkommari av Waleria sum í 2225, fekk ført kristutrúnni aftur til matrialksu upprunnina og til móðrina og at dyrka kvinnunar í bíbluni.

Men Wicca stríðist. Tó hon er frá vælkendu W linjuni, so hevur hon ikki so gott samband við trúnni. Hon følir ikki at mamman er nøgd við seg. Hon følir ikki at hon er ein góður prestur og slangunar sum hon skal brúka, doyggja. Hon kemur at kenna Medeu, sum selur hana eina kobraslangur, sum skal hjálpa henni.

Wicca og Madea blíva eitt par í loyndum, tó tað er ikki væl dámt. Hon vil slett ikki siga mammu síni um heksina, sum hon svevur saman við. Ein kristin prestur og ein heks í einum parlagið? Tað fer slett ikki at ganga.

Fyri nøkrum árum síðani gekk Wicca saman við amazona kvinnuni Kali, og tær elskaðu hvørja aðra. Men knappliga hvarv hon og Wicca saknar hana sera nógv.

Stille eitur í veruleikanum Benja og hon búði saman við mammu sínum beint við havið. Hon kom til at kenna gátuføra gentuna Chaplin, og tær blíva vinir. Men ein dagin kemur Benja av óvart at avdúka eitt loyndarmál hjá Chaplin og hetta førur til at hon rýmur og Benja gevst at práta.

Nógv ár seinni kemur hon í samband við Ældste, sum tekur hana inn. Tær kalla hana fyri Stille, og hon hevur óvanliga góð evnir at samskifta við plantur og at fáa tær at veksa. Hvønn dag er hon úti, og ongin veit hvar hon fer ella hvat hon ger. 

Eva er lækni í dyrkingarhøllinum í Lollandi og hevur sera gott hald á teimum ungu monninum. Hon heldur at mannfólkini eru vandamikil og livir við einum ræðuligum loynidómi, sum kann broyta alt. Hon og mamman búðu undir jørð ímillum toftinum og mamman var harðlig við hana til tíðir fekk hana til at skammast av sær sjálvari.

Nú er Eva eydnusom og hevur einki at verða bangin fyri. Men loyndarmálið hjá henni ger, at hon ikki kann fara í eitt parlag, so hon skumpar øll burtur.

Rithøvundurin Maren Uthauge er sum man sigur á donskum “ en original”.  Hennara bøkur, Og sådan blev det ( 2013) Hvor der er fugle ( 2017) en lykkelig slutning ( 2019) eru ein av teimum mest sjáldsomu, snedigu og skeivu sum eg nakrantíð havi lisið. Og tó dámi eg tær.

Hvønn einasta er um familjur og um loyndarmál, samleika, at passa inn og menniskju ræðuligu nátur.

11 % er ein góð, og vælskrivað, men eisini ein serlig bók, um eitt matrialsk samfelag, har bert kvinnur ráða og menninir eru læstir inni. Kvinnunar eru fríar, og eru ikki í vanda fyri at verða álopnar. Tær sletta alt ella umskriva søguna, so at kvinnunar í bíbliuni ikki blíva gloymdar og blíva dyrkaðar. 

Alt er um at dyrka kvinnuna, kvinnukroppin, at taka sær av hvørja aðrari, og styrka kvinnuveldi. Men eisini er tað um ótta. Um hvat um ein maður er leysur í samfelagnum, og um hann leypur á? 

Eg dámdi væl bókina, men eg væntaði meira bakgrundsøgu av samfelagnum, og meira um hvussu eitt sovori samfelag riggar. Eisini væntaði eg eitt størri “ sjokk effekt” í endanum, sum í hinum bøkrunum hjá henni.

11% er ikki fyri øll, men er til tey sum eru feministar, um øðrvísi samfelga, loyndarmál og um kvinnuveldir og tamarhald. Hon er eitt sindur spakulig í byrjanini, men er so miki áhugaverd, at tað ger einki. Bókin er deild upp í fimm partar: Medea, Wicca, Stille og Eva. Hvør kvinna stríðist við teirra egna trupuleika og teirra egna loyndarmál og koma til endans at møtast ímbokini.

Bokin er serlig, ótespulig, ræðandi, spennandi og áhugaverd og man fer so sanniliga ikki at gloyma hana beinanvegin.












Kommentarer

Populære opslag