Søgan um manga og anime



 Teknirøðir eru ikki bara myndir og tekstur. Onkuntíð er tað bara nakrar myndir sum vísa søguna og man nýtist ikki tekst til at skilja hvat hendir. Síðani steinøldini hava fólk brúkt myndir til at fortelja søgur ella um lívið tá. Myndinar siga sínari egnu søgu og man brúkar sítt egna hugflog, tá ið man hyggur at myndunum. 

  

Hvat er manga?
Orðið Manga kemur av Man Kátum og Ka mynd. Og japanarnir hava í nógvar øldir havt siðvenju við at tekna skemtiliga ella satiriska keipumyndir av gudum ella fólkum. 
Japanskar teknirøðir er;
Oftast teknaðar við hond ella á teldu
Er ofta svørtum og hvítum myndir
Lesast frá høgru til vinstru
Hvønn manga hevur sín egna stíl
Ongin manga er líka
Myndirnar hava nógv at siga


Scott McCloud teknar amerikansk teknirøðir og lesur nógv sløg av teknirøðum, og er ein serfrøðingur innan amerikanskar og japanskar teknirøðir. Hann hevur lagt til merkis hesi tingini, um mainstream mangarøðinar og munin ímillum manga og aðrar teknirøðir og graphic novels. 


Persónarnir Tað fyrsta hann leggur dent á eru persónarnir. Og hvussu nógv og øðrvísi tey eru. Ofta hevur høvuðspersónurin litfagurt hár, so man beinanvegin kennir hann ella hana aftur, ella eru sera nógv fjølbroyttir persónar í teknirøðini. Hvønn einasti persónur er øðrvísi, so man kennir tey aftur. Hetta eru  persónar frá Mangarøðini My Hero academia, har man sær næstan allar persónarnar í røðini. Hvønn einasti persónur er ørvísi og hevur sín egna persónligheit. 



Hvar gongur søgan fyri seg? Tá ið man lesur eina tekniseriðuhvar man er og hvat fyri tíð tað er og ár. Ì mangabøkrum eru bakgrundin sera ofta sera nágreiniligar teknaðar, og ofta er bakgrundin tikin fram um, uttan tekst ella nøkrum persónum í, so man kann føla stemmingin ella bara síggja hvar man er. 

 



Rørsla. Tá ið man lesur eina manga, sær man ofta hesar strípurnar sum vísa at persónarnir flyta seg ella berjast. Hetta gevur spenning ella rørslu á síðunum. Um man hyggur at hvussu japanarir tekna eina bardega senu til hvussu amerikanarir tekna, so sæst ein munur á. Amerikonsk hyggur man uttanfrá , ímeðan manga er man næstan í ella beint við síðunar av. Hettar gevur spenning og spenta stemming. 





Ógvisligar kenslur. Tey sum ikki kenna manga ella bara skjótt blaða í teimun, síggja hesar myndinar og halda at hetta er naka tvælt. Men trúfastir lesarir vita at hetta er bert ein lítil partur av sjarmuni at lesa manga. Myndinar eru yvirdrivnar við vilja fyri at vísa sterkar kenslurnar og viðhvørt skemt. 




Greinar innan manga. Tað sum ger manga so vældámt, er allar greinarnar sum man kann velja ímillumHar eru romantik, fantasy, bardaga, dagligdagsmanga, superhetjur og nógv annað. Manga hevur so ótrúliga nógvar greinar og har er altíð ein manga til ein hvørn tørv og hvønn persón. Man fer altíð at finna okkurt ella fella fyri onkrum sum man dámar. 




Hví lesa vit Manga umvent? Í Japan hava tey ein øvrísi lesi stíl enn vit hava. Tey hava eisini eitt heilt annað alfabet. Teirra alfabet er ein blanding av Hiragana, Katakana og kanji sum tey ofta seta saman í einum teksti. 



Tey hava eisini tveir mátar at lesa tey uppá Yokogaki sum er vatnrætt og Takegaki lodrætt. Takegaki er tann traditionelli hátturin tey lósu fyrr. Og aftaná annanheims bardaga, byrjaðu tey at lesa líka sum vestanheiminum. 


Sum ofta lesa japanarinir bløð og teknirøðir í øllum hesum formatinum. Tað er tí at bløðini og manga verður lisið umvent. Tey lesa tey uppifrá og niður ella vinstru til høgru á somu síðu. Tey lesa talubløðrunar soleiðis, so panelinar og so síðurnar á hendan hátt 



Her er eitt tíðindarblað, sum er skriva við bæði kanji, hirakana, og katakana. Eisini eru tey skrivaði á Takegaki og Yokogaki ( lodrætt og vatnrætt)


Latið okkum fara aftur í tíðina og síggja hvussu japanska myndalistin hevur ávirka manga


Emakimono ella eisini kalla emaki eru handrit, sum man rullar út. Upprunaliga frá Kina frá 800 tallinum, Emakimono kom til Japan umleið í ár 1000. Í fyrstani vóru rullunar av Buddiskari læru ella søgum, men japanarir byrjaðu eisini skjótt at tekna teirra egnu søgu. Tá ið man lesur eitt Emakimono handrit, so rullar mann ikki alla rulluna út, men bara eitt líti sindur í senn. Eisini var tekstur í sum man læs frá høgru til vinstru og tað er ein orsøk til. Takegaki var tann traditonelli mátin tá at lesa. Tá lesur man uppifrá og niður og frá høgru til vinstru. Øll handritini vóru skrivaði á hendan hátt. 




Toba-e er ein japanskur listamáti, sum er ein lýsingar miðil, sum vísur skemt, søgur ella bara keipumyndir av samfelagnum og fólkinum. Orðið Toba-e kemur frá frá buddiska prestinum Toba Shojo, sum var kendur fyri at teknað satirisk listaverk.  Hendan listin kann man siga kann síggjast aftur í nútíðar mangabøkrunum. Hesin stýlurin av tekningum bleiv so væl dámdur, at í 18 øld, tá ið træskurð prenting vann seg fram, bleiv ein røð av myndabøkrum við teksti uppkalla av honum. 




Tann fyrsta manga, sum vit kunnu kalla tað, er fýra pergamenthandrit frá 12 hundrað talinum. Hetta er Choju- giga á enskum Animal scrolls. Myndirnar vísa kaninir og froskar sum stuttleika sær og gera menniskjaligar gerningar.  Man hevur hildið at tað var Toba Shojo sum hevur teknað tað, men man hevur einki prógv. 



Fyrst í 15 talinum ferðaðust fólk runt í Japan við handritum, har bæði mynd og tekstur vóru á og fortaldu fyri tað mesta buddiskar søgur ella søgnir. og hetta var ein háttur at undirhalda seg við tá. 


Ukiyo-e er træskuraprenting sum bleiv brúkt líka frá 800 talinum. Búskapurin vaks og handilsfólkini fingu meira penga í lummarnar. Tey leitaðu so eftir onkrum so sum sansaligum gleði, so kallað Ukiyo. Tað funni tey á Red light distrkt, har træskuraprent var sera væl dámt. Myndunar vóru mesta laði av Kabuki leikarum og gleðisgentum. Myndinar lýstu daglig dagin hjá heilt vanligum japanarum ella nattúrina. 



Ein útgevari gjørdi av hvar fyri evni ella motiv myndin skuldi vísa. Ein listafólk teknaði tað og so kom ein træðskurður og límaði tunna pappíri á træplátu og skar myndinar í og  um hon skuldi hava litir, skuldi hann eisini skera hvønn einstakla mynd út á eina aðrar plátu. Síðani kom ein og prentaði og gjørdi nógv eintøk. Ùtgevarin seldi so myndinar.  Ukiyo-e myndir blivu prentaðar á einum páppíri ella lítlar bøkur bundnar saman, so heilt vanlig fólk eisini høvdu ráð at keypa tær. Av hesum blivu mótabløð ella slaturbløð prentaði av ukiyo-e prentingini.  
Ì hesari myndini av The great wave of Kanagawa, blívur tann fyrsta skorna plátan lagt á og sjey aðrir litir lagdar á, ein í senn.




Seint í 16 til 18 talinum, sum man kallar Edo tíðarskeiði í Japan, byrjaði Kibyoshi, sum er eitt slag av japonskum myndabøkrum. Kibyoshi vóru ein grein innan fyri bókmentum. Tær tekningar við tekstum, og tey vóru væl dámd. Hesi vóru framleidd í hópatalið og fekk veksandi áhuga hjá fólk og man kann siga at tað var tá ið teknirøðsgrein byrjaði í Japan. Hesi tíðarritini vóru sera væl dámd og tey kundu eisini vísa mótan, og tíðindir um kend fólk sum sjónleikarar, sumo glímarir og politikarar. Tey vóru tey fyrstu slatur og mótabløðini í Japan. Tey høvdu ikki eina prentimaskinu, so alt var gjørt við hond. 


Perman á einari kibyoshi gulari bók.

Nakrar aðrar kibyoshi bøkur høvdu søgur í blivu samlaði saman við gulum permum og blivu kallaði Kibyoshibon  “ Litlar gular bøkur. Har var frásøgn, dialogur og tær vóru stuttligarog ævintýrarar søgur. 
Tann seinasta mynda frásagnar bókin endaði í 1806. Orðið manga var brúkt vegna myndinum, men tað var ikki fyrr enn ein sera kendur listamaður brúkti tað, at fólk brúktu tað við myndum og dialog. 


Katsushika Hokusai var ein sera kendur teknari í Edo tíðarskeiðinum og hann var tann fyrsti til at brúka orðið manga. 

     Katsushika Hokusai

Orðið manga merkir stuttligar myndir og tað er tað sum hann hevur hugsa tá ið hann teknaði sínar bøkur. Hann teknaði og gav út sínar skitsubøkur sum hann kallaði Hokusai Manga. Hesar eru ikki søgur, men bert myndir, sum hann hevði sjálvur tekna. Man sær tey somu fólkini á einari mynd gera okkurt, men tað er ikki nakað beinleiðs plot í teimun. Men tað hann meinti vi við manga var leysligar myndir ella skjótt at tekna, er øðrvísi enn hvat vit síggja tað í dag. Hann gav út trettan bind og av teimun ímillum 1814 til 1878, við tí endamálinum at eggja fólk til at tekna á hansara hátt. Men japanarinir vóru meira áhugaði í hansara tekningum enn at læra seg at tekna. Hann brúkti træblokkaprent til sínar tekningar.



 
Markini opnað. Japan var eitt sera lukka land fyri útlendingar. Eitt so kallað sakoku politikur. Tað merkir avbyrging fyri øllum útlendingum, tó nakrir útlendingar og hollendskir keypmenn sluppu at hava eina havn í Nagasaki, men japanska stjórnin vildu ikki hava vestanligan ávirkan. Japan tá hevði ikki nakran ídnaðaframleiðslu. Amerikanarar sendu nøkur kríggjsskip til Japan og tvingaðu tey til at opnað havninar og hava eina handilsavtalu við tey. Seinni vildu onnur lond eisini koma til til japan og hava eina handilsavtalu. Tá ið markini opnaðu, í 1853,  aftaná 250 ár at verði lukka, sóu japanarnir hvussu langt framan fyri tey heimurin var komin í tøkni og ídnaðan. Alt sum var púra vanligt fyri vestan heimin, var púra nýtt fyri japanarum. 


Listaverk frá Monet, Van Gogh og øðrum vísa at japanisma hevur ávirka teirra list


Tá ið markið opnaði sluppu útlendingar inn at síggja japansku  mentanina. Men japanarnir sluppu fyri fyrstu ferð at síggja vestan mentan. Tey byrjaðu at taka ting til sín sum kom frá vestan.  Fyrr brúktu tey siðvenjuna at prenta myndir við træblokkum og nú sóu tey ein annan hátt.  
Ì 1888 blivu japanarnir gjørdir varðir við steinprent, sum er nógv lættari at brúka enn træblokkaprent. Træblokka prenting var ein gomul japansk siðvenja, men tá ið markini opnaðu, blivu  fleiri listamenn og kvinnur hugtikin av hesum prentinginum og byrjaðu sjálvið at herma eftir. Listafólk sum Van Gogh, Claude Monet og onnur byrjaðu at taka Ukiyo-e lisina til sín. Í 1872 bleiv Vestan heimurin bleiv tikin yvir av Japanisme, sum so ávirkaði listaverk, leirvørur, mynstur og snið.  


Charles Wirgham 
Yokohama opnaði markið fyri útlendingum í 1853  og Charles Wirgman gjørdu tað fyrstu teknirøðina og tíðindarblaði, sum æt Japan Punch, sum er upp kalla eftir tí enska blaðnum Punch. sum gjørdu skemt við samfelagnum og almenna fólki. Blaði kom út frá 1863 til 1887. Hetta blaði var fyri aðrar útlendingar  sum búðu í Japan.,men japanarir lósu tað eisini. 


Wirgnam vísti japanaranum tí vestanliga skemti og satiru og hetta fóru tey at kopiera. Eisini brúkti hetta blaðið, eisini talubløður, naka sum japananir ikki høvdu sæð fyrr.   Í langari tí aftaná blivu tekningar og  teknirøður kallaðar Punchi-e. Punch myndir. Hesar vóru keipumyndir og skemti søgur sum var meint til aðrar útlendingar sum búðu í Japan. Japanarnir blivu bertiknir av hesum tekningum og bløðunum, so tey teknaðu eisini vestaliga satiriskar tekningar og góvu bløð út. Sumu bløð vardu ikki longi, men hetta var byrjanin á einum nýggjum blaðtrend um 19 øldini Wirgman brúkti eisini talubløður, naka sum japananir ikki høvdu sæð fyrr.  Men stjórnin brúkti sensur fyri næstan øll bløðini, sum komu út. Men kundi ikki kritisera stjórnuna ella keisaran ella bleiv man settur í geglið ella fekk man eina stóra bót. Nógv bløð frá hesum tíðarskeiðinum noyddust at gevast 



Rakuten Kitazawa 
Ì 1920ínum byrjaði Rakuten Kitazawa at bræða saman tí japansku siðvenjuna og tí britisku tekningarnar. Hann var ávirkaður at vestanliga bløðini, sum komu av Japan Punch og hansara tekningar vísa eisini eftur á tað. Hann er tann fyrsti fastsetti sum teknaði til vikubløð ella tíðindarbløð. 


Og er tann fyrsti sum brúkti orðið manga, um teknirøðirnar, sum hann teknaði. Rakuten brúkti orði manga, sum Hokusai  hevði hugsa, men gjørdi tað til eitt øðrvísi listaverk,við simplari listaverkum og einum plottið. 
Hann stovnaði eisini sítt egna blað Tokyo Puck, sum hann var blaðstjóri yvir. Men vegna strongu sensur lógirnar tað, noyddist blaði at gevast. 



Í Japan vóru sera strengt sensurur og ikki øll sum teknaðu sluppu at tekna ella geva út tað tey vildu. Mynduleikarnir dámdu ikki um man gjørdi skemt við Japan. Fleiri teknarar og blaðstjórar sum góvu bløðini út, blivu handtikin og setti í geglið ella blivu tey sett í húasarret um tey teknaðu okkurt sum myndileikarnir ikki dámdu.   


Japan hersett. Japan hevði tapt kríggji og frá Frá 1945 til 52 bleiv landi herset av  einari hálvari milliónir av amerikonskum hermonnum. Tá bleiv so nógv japanskbløð sensuera og teknirøður og politiskar teknirøður blivu bannaðar av japansku stjórnuni. Antin skuldu tey tekna ella skriva um propaganda ella sluppu tey slet ikki at geva bløð út. Skjótt bleiv øll pappír útbering bleiv sett undir japanska stýrinum. Men í 1947 bleiv Tann Japanska Stjórnarlógin  skrivað, sum gjørdi at japan kundi ikki sensuðera hvat longur kom út. Tá byrjaði listasamfelagiði í Japan ordiliga at koma fram og teknirøðir kundu gera hvat tey vildu.  Japanarir á hesum tíðspunktinum lósu nógv bløð fyri at sleppa frá veruleikanum og  Dreingir og menn vóru teir fyrstu sum lósu manga bøkur aftaná annan heimsbardaga. 
Við sær høvdu  amerikonsku hermenninir filmar, tónleik mat og móta. Men serliga var tað teknirøðir og Disney teknifilmar, so sum Mickey Mouse, Betty Boop og Bambi. 



Tá høvdu japanarir fingi  íblástur frá mestalagið evropikstum londum og tey vóru mest skemtingarsom, satirist, ella politisk teknirøðir. Japanarir blivu hugtiknir av hesum amerikonsku mentanini og byrjaðu sjálvi at tekna eftir hesum og gjørdu teirra egna stíl av tekning og søgu. Tann japanska mentanin broyttist aftaná amerikararnar vóru komin og hetta er enn at síggja í dag. Tann amerikanska mentanin ávirkaði hvussu vit síggja manga í dag. 


Osamu Tezuka er ein legenda í Japan og man kallar hann fyri Godfather av manga og anime. Sum lítil drongur bleiv hann áhugaður í Disney filmun, og øðrum vestanligum filmun, tá pápi hansara tóka við í biograf. Amerikanskir filmar vóru vístir í Japan í 1920 inum og 30 num, undir sensuri sjálvandi Tað er Tezuka Osamu fyri at takka, at vit síggja manga og anime persónar við stórum eygum, tí hann fekk íblástur frá Disney. Hann gjørdist lækni, men hansara áhugi var altíð at tekna og at gera søgur. 



Tezuka Osama broytti manga og anime heimin við sínum nýskapandi listastíli og tekningum. Hann var ein av teimun mest virknu mangaskaparum í heiminum og gjørdi yvir 700 manga bøkur og 60 anime filmar ella røðir í meðan hann arbeiddi í vinnuni 40 ár  
Hann byrjaði í 1946, sum 17 ára gamal at tekna, og í 1947, var hann teknarin fyri eina manga, sum kom út, sum Sakai Shichima hevði skrivað 
Hann teknaði mangarøðina Shintaka Rajima, sum er Nýggja Skattaoyggjin, , har íbláturin er frá bókini Skattaoyggjin  hjá Robert Louis Stevenson, og hendan teknirøði gjørdist sera væl dámd. Hann dámdi væl animatión tekniðfilmar og hann teknaði sínar teknirøðir sum animations og cinematic ella filmskar . Í Shintaka rajima, var alt spenning og rørslur og hann skrivaði  eisini ljóðeffektir og tað skuldi verða sum um man hyggjur at einum filmi. Shintakarajima seldi 400.000 uppløg. Tað var tá at forløg byrjaðu at síggja áhugan í manga. 




 Aftaná hesari røðini byrjaði hann at gera Astro Boy, sum gjørdist heimskendur. Manga bøkrunar av Astro Boy hava selt 100 milliónir eintøk um allan heim Tezuka gjørdi sera nógvar mangarøðir, bæði til børn og vaksin, og vegna honum gjørdist Manga til anime, takka verði Astro boy.   




Machiko Hasegawa er tann fyrsta kvinnuliga mangaskaparin í Japan og gjørdi fleiri teknirøði sum komu út í bløðum. Tann kendasta er Sazae san, sum kom í  frá 1946-1976, og er eisini komin út sum animerøð. Machiko gjørdi eisini aðrar mangarøðir, har kvinnur vóru høðvuspersónar.  Hon lýsti kvinnur, sum ráddu, vóru sterkar og ikki vóru bangnar fyri nøkrum 
Hon teknaði í fýra panelum, sum komu út í bløðunum og senni blivu samlaðar saman í bøkrum. 


 
Gekiga 
Nøkur ár aftaná Tezuka gjørdist kendur av sínum mangarøðum, byrjaðu onnur ung japansk fólk at gera teirra egna stíl av manga. Men tey høvdu ongan áhuga í fitt og stuttlig manga, og teirra tekningar vóru ikki til børn. Ein bólkur av mangateknarum, sum gjørdu av at gera teirra egnu teknistíl og kallaðu tað fyri Gekiga. Dramatiskar myndir. Gekiga var ikki fyri børn, og hevði harðskap, morð og surealistiskt søgur og myndir. Hesi teknirøðirnar passaðu ikki í mainstrem markaðan, so tey komu út í sínum egna bløðu. Ein av teimun var blaði Garo. Men sum tíðin gekk, so byrjaðu mainstream manga marknaðin at vísa áhuga í í Gekiga tekninginum. Ikki fyri teirra harðskap, men vegna teirra teknistíl. 

 

Eitt dømi sum vísur munin ímillum teknirøðmyndir og Gekiga myndir

Shoujo og shonen 
Tað var serliga í 60 inum og  70 inum at greinin innan manga byrjaði at fara í tvíningar. Gentu manga, ella shoujo manga byrjaði at koma fram og lýst var nógv við romantik og drama. Dreingjamanga, shoen hevði altí verði vældámt og hevur verði lisið síðani fyrst í 20 øld, men nú komu eisini gentu manga út. 



Ì 1969 var ein bólkur stovnaður, av kvinniligu manga listakvinum. Bólkurin Year 24 gruop, ( tí næstan allar kvinnunar vóru føddar í 1949 og í japanska kalendaranum var tað Showa 24) Hesar kvinnunar vildu lýsa meira við gentuligum manga bøkrum, so sum Shojo manga til gentur og ungar kvinnur. Temaði í Shojo var kærleiki, sjálvsfatan femininitet 


Manga og anime í útheiminum 
Í vesturheiminum var teknifilmar ella teknirøði sæð sum okkurt sum børnini dámdu. Men í Japan lesa og hyggja bæði vaksin og børn eftir tí. Hendan staðfestingin gjørdi tað ringari hjá vestanheiminum at fáa meira lesarar, serliga vaksin at lesa teirra teknirøðir. 
Ì 50 inum og 60 inum byrjaði japanska búskapurin at koma fyri seg aftur. Aftaná annan heimsbardaga, var landi í ruðuleika vegna kríggjið, men so spakuliga byrjaðu japnarir at forvinna meira pengar og tað brúkti tey uppa sjónvarp og undirhald. Filmsvinnan tók dik á seg og anime byrjaði at blíva væl dámt. 
Í 60 inum blivu mangabøkrunar gjørdar til teknifilm, animationsfilm, ella í stuttum anime. Tann fyrsta anime teknifilmurin var Astroboy hjá Tezuka Osamu og seinni Kimba the white lion. Hesar báðar anime røðinar blivu eisini víst í Amerika við enskari talu nakrar mánaðar aftaná tær blivu vístar í Japan. Men var ikki fyrr enn síðst í 1970 inum og fyrst í 80 inum at anime byrjaði at blíva væl umtøkt í Amerika og í øðrum londum. 80 ini blíva kalla tann gylta tíðin í anime, tí tá vaks áhugin rættiliga nógv í útiheiminum og genrunar cyperpunk og science fiction anime var sera væl dámt. 



Ghost in the Shell og Akira vóru anime røðir, sum vóru sera væl dámdar uttanfyri Japan í 80` inum

Fjepparir av anime byrjaðu at taka upp á video bondum og fleiri lítil studio í amerika byrjaði at ummsetta og dubba anime filma. Anime røðinar vóru blandaðar til bæði til børn og vaksin, men tað sum ordiliga var spennandi var søgugongdin og robotar. Tvær tær mest kendasta animerøðinar sum kom út tá var Akira, og Ghost in the shell sum er til vaksin. Hesin blivu beinanvegin sera væl dámd og er tað enn í dag  og er ein klassikari í bæði manga og anime. Í amerika var tað sera lætt at vísa hesi teknifilmanar. Eitt studio kundi seta tekst ella enska talu í og so var tað klár til ensktalandi heimin at hyggja at. 
Anime er bíligari at gera, enn vanligar filmar. Og er eisini lættari at gera. Um ein manga er sera væl dámd, so blívur hon lættari at gera. Tey sum arbeiða í anime, og framleiðari, brúka sum ofta bara søgugongdina, persónanir og stílin av myndanum. At taka ein manga og gera tað til ein anime er rættiliga lætt, síðani alt er longu hugsað ígjøgnum av mangalistamanninum ella kvinnuni. Og fjepparanir sum dáma mangarøðina, fara heilt sikkurt at hyggja at anime filminum ella røðini. 
Síðani komu meira anime røðir út, sum fyrst komu út sum mangabøkur.  Síðani hevur áhugin í Japan bara vuksi.  


Marvel og Dc comics vs Manga 
Í 2010 úni blívur tað selt meira av manga enn øðrum amerikonsk teknirøðum á amerikanska marknaðum. Manga hevur fyri langari tí síðani yvirhála amerikonsku teknirøðirnar og hevur har við eisini tikið yvir teknirøðsvinnuna. Í 2020 forvann amerikanska teknirøðs vinnan 1.28 Milliardir av inntøku og samstundis mangavinnan 5.6 milliardir.   



Marvel og DC comics hava supurhetjur, men so eisini nakrar aðrar teknirøðir sum ikki fella undir hetju greinina. Tey hava gjørt teknirøðir um superhetjur síðani 1940 num og hava ikki soleiðis broytt teirra hugsjón. Hetjurnar hjá teimun eru ikonir. Teknisøgurnar um Batman og Superman hava verði síðani 1940 og 50 inum og fara ongantíð at gevast. Tí er tað rættiliga ringt at byrja uppá eina teknirøð hjá teimun, tí søgurnar ganga so langt aftur og Eisini gera tey reboot, spinof og crossover av røðununum. Man veit ikki heilt hvar man skal byrja. 
Men í manga eru so ræðuliga nógvar greinar. Har er bæði spenning, romantik, science fiction, ella bara drama. Har er ein genra til alt møguligt. Har finnur man eisini superhetjur, men eisini søgur um vanlig fólk, sum stríðast, sum útvikla seg og eru bangin. tey hava ongar supurkreftir, men tey eru hetjurnar, sum man man vónar alt fer at ganga gott  Og tað er lættari at byrja uppá eina manga enn eina teknirøðfrá amerika. Man har kann man bara byrja við nummar 1 og so lesa seg til næstu bók og so til næstu og næstu inntil man er ligður. Hetta er so nógv lættari at fylgja.  
Tað sum eisini skilur manga og amerikonsk teknirøðir eru at tey sum tekna røðina, eiga rættindini til søguna og persónarnar. Ì amerika er forløgini ella blaði eigur rættindini til søguna og persónarnir. Í manga kann tann sum ger røðini, sjálvur ella sjálv ger av nær hon endar. Men í amerika kann man ikki lata tær mest væl dámdu teknirøðirnar enda.  


Mangamentan Í dag síggja vit at manga er sera væl dámt og sera væl lisið. Manga er ein pop mentan og er ein sum vit síggja nóg  børn og ung lesa. Í Japan vísast umleið 40 anime sendingar um vikuna og hvørja viku koma fleiri mangabløð út, sum eru líka tjúkk sum telefonbøkur. Manga er bíligt at keypa, og so kann man lesa tær á netinum.   Manga vinnan er sera stór í Japan og hevur breitt seg út til onnur lond, sum eisini taka vísa stóran áhuga í anime og manga. Fólk er meira fangaði av søgunum í manga og myndinum og ørvísi mentanini sum man lesur um. 
Eg haldi at tað er rætt at siga at manga is here to stay og hon hevur eisini fingið fjepparar her úr Føroyum, sum tíma væl at lesa og hyggja at anime. Vónandi fer tað at veksa til at meira børn og vaksin sum tíma og á tann hátt kann man stovna ein bólk til fjepparar sum kunnu møtast og tosa saman um teirra yndis røðir og fáa bókhandlar til at reklamera meira og keypa meira mangabøkur.

Kommentarer

Populære opslag