Hvor flodkrebsene synger




Kya hevur altíð verði einsamøll, síðani øll í familjuni so spakuliga fóru frá henni. Hon hevur ansa eftir sær sjálvari og funni mat, og rudda. Men hon keðir seg ikki, tí har var altíð okkurt at gera í láglendinum og í mýrinum, har hon eygleiðir djóralívið og fuglanar. Hon heldur seg vekk frá øðrum fólkum, inntil ein ungur drongur vil gerast vinur hennara og tá broyttist alt.

1969.

Chase Andrews var ein sera vældámdur ungur maður, í bygduni Barkley Cove. Men ein dagin var hann funnin deyður uttan fyri bygdina, og løgreglan heldur, at hann var fyri einum óhappið og doyði av løstinum. Men slaturin gongur um at Chase var ofta sæddur saman við tí merkiligu Marskgentuni, sum kanska hevði okkurt við deyða hansara at gera.

1955

Kya er seks ár, tá ið mamman knappiliga fer frá heiminum og hvørvur. Familjan býr ímillum láglendinum og sjóvarstrondina við North Carolina í 1960. Tey búgva í einari lítlari skirvisligari smáttu, uttan streym og rennandi vatn inni. Tey búgva, langt vekk frá øðrum fólkum og eru fáttøk.

Tey fáttakastu fólkini hava búsett seg í láglendinum, og ongin forstýrar tey. Tey hava teirra egnu reglur og selja heimagjørt brennivín ella rúsevnir, og løgreglan kemur ikki inn á øki hjá teimun.

“Marsken holdt dem ikke indespærret, men definerede dem og bevarede, som al helig jord, deres hemmelighed. Ingen tog sig af, at de havde taget jorden i besiddelse, for ingen andre ville have den. Det var trods alt uopdyrkede moser.”

Pápin slær, tá ið hann drekkur, og tað ger hann ofta. Spakuliga fara syskini frá heiminum uttan naka hóvastak og uttan at siga frá. Til endans er tað bara Kya og pápin eftir. Hon roynir at gera mat, vaska og taka sær av húsinum, og situr ofta og bíðar eftir at mamman kemur aftur.

Pápin er vekk í fleiri dagar, áðrenn hann kann finna uppá at koma heim aftur, illa fyri. Kya situr einsamøll eftir í smáttini og roynir at finna okkurt at eta, ella  pengar at keypa mat fyri. Hon er ein klók genta og samlar uppá skeljadýr, sum hon selur til handilsmannin, Jumpin` sum hevur handilsstøð við láglendinum. So við og við megnar hon at liva einsamøll í smáttini, til pápin fer til stórbýin og eins so við mammuni, so kemur hann heldur ikki aftur. 

Býgdin Barkley Cove er einasta staðið, har hon fær keypt mat og aðrar vørur. Bygdin liggur sjey kilometrar frá smáttuni.og hon brúkar bátin hjá pápanum. Íbúgvarnir í Barkley Cove dáma ikki fólkini frá láglendinum og tey síggja ofta Kyu, tá ið hon kemur til bygduna. Øll halda seg frá henni, og tey halda at hon er merkilig, og skitin og tey kalla hana fyri Marskpigen. Tá ið onkur spyr eftir foreldrinum, sigur hon at tey eru heima, og sigur einki um at hon er púra einsamøll.

Soleiðis ganga árini. Einsemi dámar henni og hon leggur einki í at hava samband við onnur fólk. Hon dugur ikki at verða saman við øðrum fólkum og vil helst verða í lággendinum, og hyggja at nattúrini, skriðdjórinum, fuglunum, og djórinum. Av tilvild kemur ein drongur, í láglendinum, sum eisini dámar nattúrina og er eins og forvitin sum hon.

Tate var vinmaður hjá eldra beigganum hjá Kyu, og hann forvitnast um hana. Saman blíva tey vinir og hann lærir hana at lesa. Kya hevur bara verði ein dag í skúlanum, men tað dámdi henni einki, tí hon sá, hvussu øðrvísi hon var frá hinum næminginum, so hon fór ongantíð aftur. 

Men Tate er tolin og lænir bøkur til hana og skjótt dugur hon at lesa og hon fer at lesa nógvar bøkur um nattúrina og um lívfrøði. 

Tate kemur ofta at vitja hana og saman granska tey láglendið og djórini. Tey forelska seg, men Tate skal á collage, og má fara frá Kyu. Men han lovar at vitja hana, tá ið hann fær frí. Men tað ger hann ikki. Hann er góður við Kyu,men hon dámar ikki onnur fólk, og hetta ger tað trupult fyri honum, tí hon passar ikki í hansara heim.

“ Kyas interlekt kunne nemt trivest der, men hun kunne ikke”

Aftur er Kya einsamøll, men nøkur ár seinni kemur hon at kenna Chase Andrews, sum er sera vakur og vil kenna hana betri. Tey blíva par,men tað hon ikki veit er, at hann hevur logið fyri henni og hevur fleiri damur í senn. Hetta fær Kya at vita nógv seinni, tá ið Tate kemur at vitja og biðja um fyrigeving og sigur henni frá.

Hon fær at vita at Chase skal giftast, og ger tað liðgut við honum.

Naka seinni blívur Chase funnin deyður, og øll bygdin heldur at hon hevur dripið hann.

Men passa tað? Hevur hon dripið hann?

Hvor flodkrebsene synger, er ein sera væl skrivað og ein spakulig, men spennandi bók, um longsil, kærleika og nattúruna.

Bókin skiftir í tíð, frá 1955 til 1968 og beint tá ið Chase verður funnin deyður í 1969.

Bókin lýsur sera væl nattúrina, um lívið í nattúrini, um útvikling av djórum, hvussu atburðurin at djórum líkist eisini tí hjá menniskjum. 

Kya livur í einsemi, men longist eisini eftir fólki, sum skilja hana. Hon skilur ikki hví familja hennara hvarv og í fyrstani skilur hon ikki hví fólkini í Barkley Cove ikki vilja hava nakað við hana at gera.

Sum tannáringur lærir hon at lesa, og byrjar at granska láglendi og mýrina, og samla tilfar at granska. Hennara hugur í at vita meira um lívfrødina, ger at hon heldur seg aftur frá fólki, og dugur ikki at tosa við tey. Hon er blivin svikin fleiri ferðir og hevur ongan hug at kom nærri at einum,inntil hon møtir Chase.

Kya hevur dreymar og lystir, og hon ikki heilt veit, hvussu hon skal uppfylla, men hon er eisini eitt sindur góðtrúgvin og klombrut.

Hvor flodkrebsene synger er ein vællýst og vælskrivað bók, sum er um menniskjur, nattúrina og at royna at passa inn og at verða ørvísi.

Bókin kom út í 2018 og gjørdist heimskend og ein bestseller. Bókin er nú gjørd til film og verður vístur í Løkshøll í septempur og eg gleði meg til at síggja hann.

Bókin er so góð og eitt sindur gátufør, men er eisini um eitt morð og at finna kærleikan. At hetta er skrivað sera væl og passar saman.

Eg viðmæli hesa bókina til øll, sum tíma væl at lesa góðar, men spakuligar bøkur um nattúrina og menniskjur



Kommentarer

Populære opslag