Camp, kys og kaos




Hvat er at vera normal ella perfekt? Og hvussu nógv ávirkar heimurin børn og ung, í hvussu tey skulu síggja út. Og hvat um man vigar ov nógv? Hvat ger man so og hvussu langt vil man fara fyri at tapa seg?

 Sarah er 14 ár og vigar ov nógv. Hon veit tað gott og er sera flov av tí. Hon er eisini loyniliga forelska í besta vinmanninum Lucas. (  Hann er ikki tann klókasti drongurin, tí hon sendi nøkur hint, at hon er forelska í honum, men hann fangar tað slett ikki).

Sarah er sera vinarlig og rósar fólk í heilum. Hon dámar væl at gera fólk glað, men hon hatar seg sjálva. Hon dámar ikki at hon vigar ov nógv og hon droymir um at blíva tunn og glað. Hon teknar kjólar, sum hon droymir at hon kann fara í, men so hyggur hon í speglið, og hatar tað hon sær.

Ein dagin avdúkar Lucas, at hann hevur mussa eina aðra gentu, sum hann heldur at hann dámar. Sarah verður sera kedd, men krógvar tað fyrihonum,  tí hon vildi verða tann fyrsta til at mussa Lucas. Men hann sær Sarah bara sum vin. Tann gentan hann hevur mussa, er Hannah frá parallellflokkinum. Hon er tann vakrasta gentan frá báðum 8 flokkinum, og hon er ikki ov stór sum Sarah og er sera vinarlig ímóti henni.

Seinni sama dagin gera foreldrini hjá henni av, at Sarah eru noydd til at tapa seg, og tí skal hon teknað seg til camp ( eitt átak)  Camp er eitt slag av bootcamp fyri børn og ung sum vilja tapa seg. Sarah vil ikki og heldur ikki at henni tørvar hjálp. Hon heldur ikki at, at hon behøvist at ganga til camp,  tí hon kann tapa seg sjálv, men hettar gevur skjóttari úrslit. Men foreldrini senda hana allíkavæl avstað. Sarah heldur at tað er so flovisligt og vil ikki hava at nakar skal vita tað. Sjálvandi møtir hon Mariu, sum er besta vinkonan hjá Hanne, sum Lucas hevur mussa. Maria ætlar eisini at tapa seg, tó Sarah skilir ikki hví. Hon sær gott út. Camp varðar tveir seinnapartar um vikuna, í átta vikur og tey skulu gera nakrar uppgávur heima. Á camp møtir hon eisini Samuel ( sum er størri enn Sarah)  Sarah vil ikki koma ov tætt við tey, tí hon er flov av at ganga til camp, og at hon er ikki líka sum “tey”. 

“ Jeg skal ikke være en del af en fedeklub”

Á camp skulu tey øll trý og saman við trenarinum Andreu, møtast til felagsfund,  trena saman og hava heimaarbeið. Tey skulu skriva niður hvat tey dáma við seg sjávan, men Sarah fær ikki skrivað nakað niður, tí hon dámar einki við seg sjálva.

Tað einasta hon hugsar um, er at tapa seg so skjótt sum gjørligt, so hon kann siga við Lucas at hon er góð við hann. Hon droymir um at blíva normal (tunn) tí so loysast allir trupuleikarnir hjá henni. Men at tapa seg er ikki so lætt, men hon heldur seg til skemaði sum hon fekk frá Andreu, sum er teirra trenari í camp átakinum. Hon byrjar at tapa seg, men er allatíðina svong. Eisini er hon bangin fyri at Lucas og Hannah blíva par, so hon má skunda sær at tapa seg.

Hon er ov flov til at siga Lucas frá, at hon gongur til camp, og gevur nógvar umskylningar til hví hon ikki kemur til hansara fótbóltsdystir.  Men hann hevur varnast at okkurt ruggar ikki rætt.

At tapa seg gongur ordiliga gott, men at fáa Lucas fyri seg sjálva gongur ikki so væl. Hon fylgjur Omar, sum gekk á framheldsflokkinum í teirra skúla, á Tik Tok og hann gevur nógv góð ráð á appuni, at fáa onkran at fella fyri seg. Sarah ger av at spyrja Omar sjálv, hvat hon kann vera, fyri at fáa Lucas at fella fyri sær og hann hjálpir henni. Men hví følir hon seg so nógv betri í sínum kroppið, tá ið hann er nær? Og síðani nær hevur hon verði so opin við eitt annað menniskja fyrr?

Samstundis kemur hon nærri at Mariu og Samuel, sum eisini hjálpa henni, tá ið hon hevru lagt ætlanir um at tosa við Lucas, og tey opna eisini upp fyri teirra egnu trupuleikum, við av viga ov nógv. Sarah fær meira sjálvsálit og torir at vísa kroppin hjá sær meira, men býtta røddin í høvdinum blívur við at siga negativ ting við hana. Hon varnast at hon tapir seg fyri Lucas, men ikki fyri seg og hon behøvist ikki at pína seg sjalva hvørja viku við at renna og asulta seg, fyri einum drongi, sum slett ikki hevur varnast at hon hevur tapt seg. So hon spyr seg sjálva. “Fyri hvørjum eigi eg at tapa meg fyri?”

Hetta er tann fyrsta bókin í røðini, Det fede liv, um sjálvskærleika, body positivity, og at finna sítt egna pláss í heiminum um man er ørðvísi.

Bókin er sera góð, og eisini sera væl skrivað. Samtalurnar ímillum tey ungu eru sera væl skrivaðar og lætt at lesa. Bókin hevur nøkur plotwist og er rættiliga stuttlig og áhugaverd at lesa.

Eisini vil eg nevna, at ikki nógvar bøkur koma út, har høvuðspersónurin er myrk. Í hesari bókini hava Sara, Samuel og Omar myrka húð, men tað verður lyst bara einafer,tá ið man møtir tey fyri fyrstu fer. Eg haldi at so nógvar barnabøkur ( serliga á føroyskum) har tað er persónar sum hvítir. Eg dámi væl at man hevur meira fjølbroytni í bókmentum í dag, enn tá ið eg var barn. 

Hon er góð fyri børnum og ungum, sum stríðast við teirra vekt og teirra sjálvsmynd og lýsur eisini stríði hjá einum sum vigar ov nógv og sum ikki elskar sín krop.

Camp, kys og kaos er ein sera lærurík bók, um at góðkenna seg sjálvan og um man skal broyta seg, so má man gera tað fyri teimun røttu orsøkinum.


Kommentarer

Populære opslag