Teknirøðir á føroyskum

 

Sum barn læs eg nógv Anders And bløð og sum ung læs eg nógv manga á enskum. Eg helt ikki at tað var so nógv at velja ímillum á føroyskum, uttan so tað var Valiant prinsur ( sum eg ikki legði so nógv í) og Valhalla røðinina, sum eg læs fleiri ferðir.

Men nú eru nógvar sera góðar teknirøðir og grafik novel bøkur komnar út á føroyskum og eg havi gjørt ein lista yvir nakrar sera góðar og vakrar teknirøðir, sum eg haldi eru rættiliga góðar


Pssst!

Annette Herzog hevur skrivað

Katrine Clante hevur teknað

Í hesari bókini fylgja vit tólv ára gomlu Viólu og hennara forvitni og teir spurningarnar hon setur, um stórt og smátt. Hvørji eru vit? Hvat ger okkum til tey vit eru í dag? Kenni eg meg sjálva nóg væl? Veit eg, hvat eg vil og hvat eg skal ger í framtíðuni?

Bókin er eitt sindur filosofisk, og er eisini um samleika, arv, lívið og um stórar spurningar.

Myndinar eru barnsligar teknaðar, men við nógvum staklutum á myndinum




Hjartastormur/Stormhjarta

Annette Herzog

Katrine Clanke

Rasmus Bregnhøi

Í hesari bókini fylgja vit aftur Viólu, sum er forelska í Storm. Hon veit ikki hvat hann heldur um hana ella um hann eisini er forelskaður í henni. Hon vil vita meira um hvat kærleiki er og hví man forelskar seg

Um man lesur bókina frá hinum endanum, so lesur man um Storm, sum ikki heilt hvat hann skal gera og siga við gentum og hansara forvirring um kenslur og hvat man skal gera. Hann veit ikki heilt hvat fyrsta stigi er, tá ið man skal viðurkenna, at man dámar onkran.

Bókin lýsur forelskilsi, at hava hjartasorg, at yvast, at forvitnast og er ein rusjibana av kenslum, líkasum forelskilsi.

Á Hjartastorm er tað tann sama, sum hevur teknað Pssst,og á Stormhjarta er tað Rasmus Bregnhøi sum hevur teknað. Tekningarnar eru bleytari og meira skemtingarsamar.





Men havt hendir við tær?
Jenny Jordahl

Jóhanna vigar ov nógv og øll rundan um hna, eru tunn. Nakrir drongir í skúlanum arga hana tí hon er tjúkk, og hon fangar eisini, at familja hennara stinga til hennara vekt til stuttleikar. Ein dagin blívur hon illa happað, og tí gera foreldruni av at hjálpa henni. Um hon tapir seg eitt kilo, fær hon hundrað krónir. Hetta fær Jóhannu til at hugsavna seg við at tapa seg og so við og við etur hon ikki matpakkan í skúlanum og fer langar gongurtúrar. Samstundis missur hon sína bestu vinkonu,  sum fær aðrar vinir.
Men ímeðan Jóhanna stríðist, sigur Røddin at hon má tapa seg enn meira, og í loyndum ger hon av, at skrivað niður hvussu nógv hon hevur tapt seg og tapir seg meira.
Men foreldru hennara varnast at okkurt ikki ruggar rætt

Men hvat hendir við tær er ein óhugnalig og góð teknirøð, um etingarólag og einsemi. Myndinar eru simplar, men ervæl teknaðar og lýsur sinnalagi hjá Jóhannu, og tí hon stríðist við.

Hvíti fuglur
R.J Palacio
Sara er jødi og býr í einum lítlum býi í Franklandi, saman við foreldru sínum. Men nasistanir hertaka landi og so við og við missa jødanir rættindir og størvini. Sara dámar hetta einki, og varnast ikki hóttanirnar.
Ein dagin, tá ið hon er í skúla koma nasistanir og taka allar jødisku næmingarnir. Men Sara megnar at rýmar, takka verði flokksfelagnum Julien. Hann og foreldru hansara gera av at krógva hana í teirra hoyggjhús, og hjálpa henni. Sara kann ikki fara út og hon veit ikki hvat er hent við foreldru sínum. Julien og foreldru hansara ansa væl eftir Saru og fara langt fyriat hjálpa henni.
Hetta er ein sera vøkur og kensluborin bók, um vinarbond, angilsi, dirvi og tað fyrsta forelskilsi.
Myndinar eru eitt sinur nágreiniliga teknaðar men eru vakrar, og lýsa væl sinnislagi hjá Saru.



Upplivingarnar hjá John Blake
Philip Pullmanhevur skriva
Fred Forham hevur teknað
Ein ríkur techbillióner Carlos Dahlgren leitar eftir nøkrum og ein loyniligur agentur frá kongaliða flotanum Roger Blake heldur eyga við honum og má koma fyrst, áðrenn Dahlgren fær hendur á tí. Teir leita eftir spøkilsisskipinum Mary Alice, sum av einari orsøk kann fara aftur og fram í tíð.
Serena er við familjuni umborð á teirra báti, tá ið tey sigla inn í eina ódn. Hon dettur fyri borð, og blívur bjarga av dronginum John Blake, sum býr á skipinum Mary Alice. Hon kemur at kenna manningina umborð og finnur út av, at teir royna at sleppa aftur til sína tíð, men mangla ein lut.
Hendan teknirøðin er sera spennandi, gátufør og fylt av action scenum. Hon er sera góð, og væl teknað, og  er til 14 ár.
Tekninarnar eru sera nágreiniligar teknaðar og minna um superhetjuteknirøðinar úr Amerika.




Elias Våhlund hevur skrivað
Afnes Våhlund hevur tekna.

Lisa byr saman við ommu síni g nakrir drongir í skúlanum arga hana hvønn dag. Men so ein dagin finnur hon eina bók í bókasavninum. Bókin er Handbók fyri superhetju, og við henni kemur Lisa at læra seg at verða ein superhetja. Hon fær hetjukreftir og dugur at flúgva. Hon blívur til hetjuna Reydur skortur, sum hjálpir íbúgvaranar í býnum. Men tað blívir meira vandamikil, tá brotsmenn ætla at stegða henni.

Myndinar eru sera væl og nágreiniliga teknaðar. Tær eru teknaðar í Cartoon stíli, og eru sera vakrar.



Sabine Lemire hevur skriva
Rasmus Bregnhøi hevur tekna
Mira býr saman við mammu síni, sum hevur havt nakrar sjeikar, sum Mira hevur møtt. Mira skrivar dagbók, og skrivar um at forelska seg, um mammu sína sum kann verða so flóvislig, um vinkonir og at verða barn .
Myndinar eru ikki so nágreiniliga teknaðar og eru eitt sindur fjákutar men tær eru skemtiligar og lætt teknaðar, og lýsur umhvørvið og heimin hjá MIRU.


Kommentarer

Populære opslag