Mysteriet Amy Snow






1831 England
8 ára rikmannadótturin Aurelia Vennaway finnur eitt pinkubarn í kavanum og hon tekur barnið heim. Foreldruni er forfard av at hava eitt barnið, sum onkur hevur lagt út, í teirra húsið Hatville Court, men Aurelia noktar at lata barnið frá sær og letur hana veksa upp í heiminum, men langt vekkfrá foreldrinum. Hon fær navnið Amy Snow. Ongin veit hvørji foreldruni hjá henni eru og eingin kemur fram, tá ið Aurelia søkjur eftir avvarðandi.
Amy og Aurelia bliva bestu vinkonur og systrar, og eru altíð saman. Foreldruni hjá Aureliu vilja ikki síggja Amy ella hoyra nakað um hana. Hini tænastufólkini í heiminum fara illa við hana og tað er bara Aurelia sum er góð við hana.
Men sum vaksin varnast læknarnir at Aurelia er illa sjúk og hevur ikki langatíð at liva. Í staðin fyri at verða heima, ger hon av at fara at ferðast við einari vinkonu og Amy verður eftir heima í Hatville court. Amy følir at Aurelia hevur svikið seg og hon er einsamalla og øll í Hatville Court láta sum um hon ikki er til.
Men aftaná eitt ár kemur Aurelia aftur og Amy fyrigevur hana. 
Eina tíð seinni doyr Aurelia og Amy varnast at hon hevur fingið ein óvæntaðan arv og eitt bræv frá henni. Hetta brævið skal hon fylgja sum á eini skattaveiðu og á tann hátt so finnur hon meira brøv frá Aureliu, sum sigur henni hvat hon skal gera. Amy hevur eisini arvað pengar frá henni, og tað skal hon brúka uppá seg sjalvan. 
Beint eftir jarðarferduni, blívur 17 ára gamla Amy koyrd út úr heimi sínum og hon ætlar at fylgja brævinum, sum kanska kann siga hvørji foreldruni hjá henni eru og hví Aurelia knappuliga for at ferðast í næstan eitt ár og hvat er á endanum a hesari skattaveiduni.
Á sínari skattaveiðu møttir Amy nógv fólk sum eisini kendu Aureliu og vilja fegin hjalpa henni. Hendan skattaveiðan ger at Amy ferðast runt í Englandi og møtir nógv fólk sum vilja hjalpa henni og geva henni brøv sum Aurelia hevur skrivað til hana. 
Amy sum hevur búð í einum heimi, har ongin uttan ein persónur leggur í hana ella hevur elska hana og hevur liva sera vard alt sítt lív, fær vinir og forelskar seg. Men skjótt nærkast hon endanum av brøvinum og hví Aurelia sendi hana á hesa ferð og hvat fyri loyndarmal hon hevur goymt fyri sínari vinkonu.
Hetta er ein sera vøkur og gód bók, um vinkonur, loyndarmal og at finna seg sjálvan.
Bókin er sera væl skrivað og lysur tíðarskeiðinum í Englandi og livið hja einsamøllum kvinnum sera væl. Persónarnir eru sera væl lystir og umhvørvið er væl skrivad. 
Mysteriet om Amy Snow er ein sera góð page turner og rættiliga gátufør bók, um eina unga kvinnu, sum eingin leggur í, og sum kemur at kenna sítt egna virði og finna ut av hvør hon er.

 

Kommentarer

Populære opslag