Snjósystirin. Ein jólabók um sorg og at fegnast um lívið




 Skjótt verður jólaaftan, sum eisini er føðingardagurin hjá Jóali. Tað plagar at vera besti dagur í árinum, tá ið jólatræið stendur pyntað, og ljósini eru tendrað, luftin er full av anganum av klementinum og piparkøkum, og tað brakar í opna eldstaðnum. Men í ár er einki, sum tað plagar. Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð, og Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir Jóal ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera, og hann fer aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini. Men okkurt loyndarfult er við húsunum, sum Hildigunn býr í. Hvør er hesin løgni maðurin, sum alla tíðina kemur til sjóndar í garðinum uttanfyri? Og hvat er tað í grundini, sum Hildigunn fjalir?

Snjósystirin hevur 24 kapitlar, so man kann lesa ein um dagin upp til jól.

Jóal og familja sín syrgur yvir elstu dóttrina Juni, sum doyði í summar. Foreldruni eru so yvirkomin av sorg, at tey ikki varnast at jólini eru næstan her. Foreldruni tosa ikki um Juni, men teirra sorg er alfevnandi og sera stór. Jóal kennur ikki síni foreldur longur, tí tað er sum um tey eru býtt um við kopier. Tey líkast sínum foreldrum, men tað eru ikki tey. Jóal fyllur 11 ár jólaaftan, men einki er sum vanligt longur og jólini blíva sikkurt ikki til nakað í ár. Jóal hevur ein vinmann, John, men tað er sera merkiligt at tosa saman, aftaná systur sín doyði. Alt er myrt og litleyst.


Men so knappiliga møtir hann Hildigunn, sum er so lívsglað, prátingarsom og livandi, at hon smittar. Púra óvænta blíva tey vinir, og á ein hátt gloymir hann sorgina, ikki longi, men í eina tíð.
Hon tekur hann við sær heim at spæla og hennara heim er púra øvut hansara egna heim. Hennara heim er sera hugnalig, og eru pynta upp til jólar. Hildigunn tosar eitt sindur merkiliga og er so spent at tosa við hann og tad er sum um hon hevur bíða longi eftir onkran.
Saman við Hildigunn, kann Jóal enduliga sleppa burtur frá øllum sorgarleikinum frá heimi sínum og aftur verða ein glaður lítil drongur. Men sum tíðin gongur, so varnast Jóal, at Hildigunn sigur ikki allan sannleikan fyri honum og hann varnast eisini at hon er bangin. Ein eldri maður er viðhvørt uttan fyri heim hennara og hon er bangin fyri honum, men hví, vil hon ikki siga.



Saman við Hildigunn blívur Jóal gladur aftur. Hennara bjartskygni fær hann til eisini fáa familju sína til at síggja, at tó Juni er deyð, so merkir tað ikki at tey skullu drukna í sorgini. Men hansara hugskot til at fáa tey til at síggja tað, gongur ikki væl. Foreldruni orka ikki at síggja myndir av Juni, og orka ikki at tosa um hana. Mamman heldur, at tey máa brynja seg við tolið, so blívur alt betri, sum frá líður.




Juni var altíð so glað, stuttlig, vinarlig og eitt sindur vill. Hennara látur var harður og smittandi og hon var góð og hjalpsom við síni syskin. Men so gjørdist hon kedd, so kedd at hon gavst at eta, og gjørdist sjúkari. Og so hendi okkurt sum ikki skuldi henda og hon doyði.

Jóal byrjar so spakuligt at leggja tvey og tvey saman og varnast at Hildigunn hevur eitt stórt loyndarmal, sum hon ikki vil siga honum, og at tann gamli maðurin hevur eisini okkurt við hetta at gera. 

Snjósystirin er ein vøkur, men eisini ein syrgilig bók, um deyðan, at liva við sorgini, men eisini at síggja fram. Tó bókin hevur eitt so tabu evnið, so er hon eisini ein jólabók, og ein bók um vón og gledi.

Bókin er til 8 til 12 ára gomul børn, men vaksin kunnu eisini lesa hana. Snjósystirin hevur 24 kapitlar, so man kann lesa ein um dagin upp til jólar. 


Lisa Aisato hevdur teknað vøkru myndinar og tær eru so detaljeraðar og geva dám á søguna. Man sær einsemi og sorgina í eygunum hjá persóninum og gleði og bangilsi hja Hildigunn. Hon teknar so vakurt, kenslumikil, livandi, og við sterkum litum.


Kommentarer

Populære opslag