Spennandi bøkur við plottwist

 

Hvat ger eina bók sera spennandi? Fyri mær er tað, hvussu ein avdúking, hending ella upplýsing kann broyta eina bók á ein óvæntaðan hátt. Alt tað man hevur lisið inntil nú, blívur vent á høvdið, og man varnast, at rithøvundurin hevur ikki beinleiðs logið, men hevur hildið upplýsingar aftur. Hesar bøkrunar eru sera góðar og allar hava nakað óvænta, sum tekur lesaran á bóli ella gevur upplýsningar sum broyta søguna.



Folk med angst. Fredrik Backman



Ein bankaránari roynir at rána ein banka, men tað miseydnast og bankaránarin noyðist at flýggja út, yvir um vegin og inn í eina íbúðarhús, har ein húsameklari hevur framsíðning í einari íbúð. Bankaránarin tekur av óvart øll átta fólkini sum gíslu.

Løgreglumenninir Jack og Jim royna sítt besta at fáa samband til miseydnaða bankaránaran, men bankaránarin er ikki ein typiskur bankaránari, og tey fólkini sum bankaránrin hevur av óvart tiki sum gíslar, eru ikki sum typiskir gíslar eiga at verða. 

Bókin skiftir ímillum persónarnar og tíðuna. Man kemur at kenna hvønn einasta persón væl, og kemur at læra hví tey eru sum tey nú eru og hví tey komu til íbúðina.

Bókin er rættiliga væl skrivað og er spennandi, gátufør og sera stuttlig. Persónarnir eru sera væl skrivaðir og bókin er løgd sum eitt pusluspæl, har so við og við brikkarnir koma saman.

Hetta er ein sera stuttlig og góð bók, við eitt sindur av speisemi og eitt sindur av filosofi, um hvat feilar fólki, hvat man ger fyri tey man elskar og um felagsskapur at hjálpa hvørjum øðrum.

Bókin hevur fleiri plottwist, sum ger at man broytir meining um øll folkini í íbúðini.


Kastanjemanden. Søren Sveistrup. 



Ein kvinna er funnin á einum spæliplássið, beint við heimi sínum, onnur hondin er høgd av og yvir henni hongur ein kastanjumaður. Løgreglukvinnan Naia Thulin verður set á drápsmálið, men hon fær eisini ein nýggjan partnara. Útbrenda Mark Hess er sendur heim frá Europol í ónáðir og blívur sendur til Keypmannahavn at hjálpa til. Púra óvænta finna tey eina slóð, frá dóttur Rosa Hartung ráðharrið, sum hvarv fyri einum ári síðani. Ein maður er blivin dømdur fyri drápið, men líkið er ikki funnið. Thulin og Hess vita ikki við vissu um gentan er enn á lívið ella hvat fyri samband hon hevur við drápsmálið og knappuliga blívur ein onnur kvinna funnin dripin, og aftur finna tey eina slóð frá gentuni. Er hon enn á lívið? Hvat samband hava kastanjumenninir? Og hví eru tað bara kvinnur við loyndarmálum sum blíva dripnar? Og hvussu ber tað til at drápsmaðurin altíð er eitt fet framan fyri tey?

Hetta er ein ordiliga góð, væl skriva, spennandi og óhugnalig krimibók, sum hevur fingi sera góð ummællir. Bókin hevur nógvar loynidómar, og persónarnir Thulin og Hess eru gátufør og sera dugnalig til teirra arbeið. Bókin minnir eitt sindur um Afdeling Q røðina hjá Jussi Adler-Olsen.


Dødsdømt. Sharon Bolton.



Jessica og systur sín Bella eru í einari luftballon saman við 11 øðrum fólkum, yvir heiðinum í Northhumberland í Onglandi. Knappuliga síggja tey ein mann, niðri á jørðuni drepa eina kvinnu og hann blívur kløkkur av at síggja tey. Løtu seinni dettur luftballónin niður og øll uttan Jessica doyggja. Men drápsmaðurin er enn eftir henni, og hon má rýma av vanlukkustaðnum, áðrenn løgreglan kemur. Hon hevur sæð andlitið hjá honum og hann hevur sæð hennara, og løgreglan leitar eftir henni. Men hví goymir hon seg fyri teimun? Og hvat fyri loynidóm krógvar hon?

Bókin skiftir ímillum fortíð og nútíð og skiftir ímillum persónarnar Jessica, Bellu, løgreglumannin sum kannar málið og drápsmannin.

Rithøvundurin Sharon Bolton hevur eisini skrivað Daisy i lænker, sum eisni er ein sera spennandi krimibók, við nógvun plottwistum, og fer ein púra óvanta veg, enn hvat man helt.

Dødsdømt er tað sama, sum Daisy i lænker. Hon krógvar nógv fyri lesaran, og man blívur forvirra av hví Jessica rýmur, men meira man lesur, jú meira skilur man persónarnar, og hví tey gera, sum tey gera.

Bókin er sera góð, spennandi skrivað, óhugnalig og full av plottwistum.


Frit fald. Jessica Barry



Maggie Carpenter fær at vita at dóttir sín Allison, var í einari flogvanlukku, og at hon er deyð. Privatflogfarið hjá unnustuni hjá henni, Ben, datt knappuliga niður nær við Rocky Mountains, men bert líkið hjá Ben er funnið. Maggie noktar at trúgva at dóttur sín er deyð, og veit at enn er vón at finna hana á lívið. Men eingin annar heldur tað. Maggie hevur ikki tosað ella sæð Allison í tvey ár, og tað sum miðlarnir siga um hana, fær hon ikki til at passa. Hendan Allison er sera nógv broyt, síðani hon sá hana seinast. Og okkurt ruggar ikki rætt. Tað er okkurt við nýggja lívinum hjá dóttir síni, sum Maggie ikki fær til at passa.

Allison hevur yvirliva vanlukkuna, men hon skundar sær av vanlukkustaðnum og roynir at finna sær heim aftur til mammuna. Hon veit at onkur er eftir henni og hon kann ikki líta á nakran. Hon má ígjøgnum vandamiki fjallalendi og ein stóran skógv og leita sær eftir einum býi at bjarga sær. Hon vil ikki hava at fólk skulu vita at hon hevur yvirliva vanlukkuna, ikki enn. Fyrst má hon fáa yvirlit í hvat hon megnar, tí hon er komin til skaða, og hvussu nógvum vanda hon er í. Men fyrst og fremst má hon heim at ávara mammu sína, tí nú er hon komin í vanda.

Bókin er ein góð spenningsbók, sum lýsur persónarnir og umhvørvið væl, og er spennandi skrivað. Hon er ein góð page turner og megnar at halda spenningin ígjøgnum alla bókina.

Hetta er fyrsta bókin hjá Jessica Barry, men hon er rættiliga góð, spennandi og realistiskt


Og so var hun væk. Lisa Jewell.



Dótturin hjá Laurel Mack, Ellie, var bert 15 ár, tá ið hon knappuliga hvarv. Laurel veit at Ellie ikki rýmdi heimanafrá og at onkur má hava tiki hana.

Í tíggju ár bíðar hon eftir tekn at dóttur sín er á lívið. Men so fær hon tey syrgiligu boð, at ein partur av beinagrindini hjá Ellie er funnin. Laurel hevur syrgt og leita eftir dóttur síni, so longi, at tað er ein lætti at hon bleiv funnin.

Eina tíð seinni ger hon av at fara út og byrja at liva aftur, og hon møtur tí vinarliga Floyd Dunn. Tey hava tað stuttligt saman og forelska seg. Tá ið Floyd bjóðar Laurel heim til sín, møtur hon 10 ára gomlu dóttur hansara Poppy. Laurel blívur sera bilsin, tí Poppy líkist sera nógv Ellie.

Mamman hjá Poppy hvarv knappuliga, tá ið dótturin var trý ára gomul og ongin veit hvar hon er nú. Floyd koyrir hana ikki í skúla, men lærir hana heima, og hon hevur ongantíð møtt familjuna hjá mammu síni.

Laurel og Floyd blíva par og hon sær Poppy men hon er forvitin um hvar mamma hennara er og um Poppy er í familju við seg og Ellie, og um Floyd veit meira um mammuna, sum hann ikki vil siga.

Hendan bókin er góð og væl skrivað. Bókin er eitt lítið sindur spakulig í byrjanini og man kann næstan gita hvat er hent við Ellie, tá ið man er komin umleið í helvt, men hon er rættiliga væl skrivað og eitt sindur gátufør allíkavæl.


Fejltrin. Maria Adolfson



Doggerland var eitt landøki ímillum Ongland og Danmark fyri fleiri túsind árum síðani. Norðhavið hevur síðani tiki yvir landaøki, so nú liggur alt undir vatnið. Nú eitur øki Dogger Bank. Men hvat um tað aldrin hvarv í haviðnum fyri 9000 árum síðani?

Karen Eiken Hornby er ein einlig 47 ára gomul løgreglukvinna á Doggerland. Hon dámar væl sítt arbeið, men hon orkar ikki fyri deildarstjóranum hjá sær Jounas Smedd sum er so uppblástur og arrogantur.

Aftaná eina ostra stevnu, vaknar Karen við at stjórin liggur nakin við síðunar av henni. Tey hava bæði verði ávirka av rúsdrekka, og eru farin á hotel saman. Hetta er tað floviligasta sum Karen hevur verði fyri, og hon er bangin um at hann fer at siga øllum starvsfelagunum frá. Men sama morgunin fær hon boð um at fyrrverandi kona hansara Susanne er funnin dripin í sínum husið og tað hevur gingi sera ógvusligt fyri seg. Karen er átøkuleiðarin í drapsmálinum og beinanvegin er mistankin yvir fyrverandi mann hennara, men, men Karen veit at hann er óskyldigur. Tá ið tey leita í Susannesa lív, varnast tey at hon ikki var so væl dámd av nøkrum og klandraðist við øll, so fíggjindar hevði hon nokk av. 

Hon er eitt pinkulíti sindur langdrigin í støðum, men hon er sera væl skrivað og lagt saman. Náturan, samfelagið og fólkini eru sera væl lýst frá og spenningurin er spakuligur, men konstantur. Hon er ein nordisk noir og tann fyrsta í røðini um Karen Eiken Hornby.

Hetta er ein sera góð og spakuliga spennandi krimi bók, sum hevur ein óvæntaðan twist í tí seinastu 60 síðunum.


Pigen under jorden. Elly Griffith



Ruth Galloway er 39 ár, er professari í fornfrøði, serfrøðingur í beinagrindum, býr avsíðis saman við kettu sínum, í einum lítlum húsum á saltongini beint við strondina í Norfolk í Onglandi.

Tá ið ein beinagrind verður funnin í saltongini, nær við heimið hjá Ruth, blívur hon biðin um at kanna beinagrinduna. Fyri tíggju árum síðani hvarv 7 ára gamla Lucy Downey, og løgreglumaðurin Harry Nelson, sum kannaði málið, fær enn gátufør brøv, um halgasiðoffur, frá tí persóninum sum tók Lucy og hann vónar at hettar er líkið av henni, so familja hennara kann fáa frið. Tíanverri er beinagrindin yvir 1000 ára gomul, og málið er enn óloyst. Men knappuliga hvørvur enn ein onnur ung genta og Harry fær meira brøv sendandi, um offur, um halgiðisið, og bíbilsøgur. Ruth hjálpur honum at týða brøvini, og spakuligt nærkast tey hvørjum øðrum, men hann er giftur. Men tað vísur seg at hon er nú í lívsvanda, tí hon hjálpir løgregluni. Tíðin gongur og tann horvna gentan má finnast. Men er tað tann sami, sum hevur tiki Lucy, og hví skrivar hann gátufør brøv til Harry og hví fer hann eftir Ruth?

Hettar er tann fyrsta bókin í røðini um Ruth Galloway, og hon er rættiliga góð.

Hon er sera góð, væl skriva, áhugaverd og spenningurin veksur spakuliga frá fyrstu síðu. Persónarnir eru væl lýstir og eru ikki perfekt fólk. Bókin minnir eitt lítið sindur um Hannis Martinsson røðina hjá Jógvan Isaksen, har gerningsmaðurin, er onkur man hevur møtt. Bókin lýsur sjónarmiði hjá einum fornfrøðingi, sum er sera áhugavert at lesa um


Familiens synder. Cara Hunter




Níggju ára gamla Daisy Mason hvørvur frá veistluni, sum foreldruni halda í havanum. Men skjótt vísur tað seg, at ongin rættiliga sá hana har og løgreglan veit ikki heilt nær ella hvar hon hvarv.

Adam Fawley er løgreglu kanningarmaður og hann og hansara lið royna at finna Daisy. Men familjan hjá henni halda fleiri loyndarmál og uppføra seg merkuliga.

Kanningarliðið tosa við vinfólkini, grannanar og lærarar hjá Daisy og tað vísur seg, at foreldruni hjá henni ikki kendu dóttir teirra so væl, sum tey hildu. 

Fawley og hini løgreglufólkini í kanningarliðinum royna at finna Daisy, men ikki nógvar slóður eru eftir henni og familjan hevur ongar fíggjindar. Tey hava ongan undir illgruna og einki loysigjald er blivi kravt. Løgreglan hava ongar slóðir at fylgja og teirra bestu vónir eru at vitnir hava sæð naka.

Bókin er sera góð og væl skrivað og sera spennandi og rættiliga loyndarfull. Hon endar við einum sera óvæntaðum enda, sum ger at hon er sera góð og meira áhugaverd. Sum lesara fenga vit meira slódir enn løgreglan ger, og tí kunnu vit leggja tvey og tvey saman, tá ið bókin endar og ongin leysir endar eru eftir.

Sum lesara fylgja vit skiftandi Adam Fawley og onnur í kanningarliðinum, ímeðan tey leita eftir Daisy og eisini fylgja vit Daisy í dagarnar áðrenn hon hvarv og familjulívið hjá henni.



Søvn. C.L Taylor





Anna var í einari syrguligari ferðsluvanlukku sum kravdi lív og hon kom næstan snikkaleys frá hendingini. Men hon følir at tað var hennara skyld og hon megnar ikki at fara aftur til arbeiðis. Samstundis heldur hon at onkur fylgjur henni og hevur lagt boð til hana um vanlukkuna. 

Anna ger av at byrja av nýggjum, og sigur sítt starv upp, og far eitt annð starv á einari lítlari oyggj á noreystur stronduna í Skotlandi. Oyggjin Rùm, hevur bara 31 fólk og eitt gistingarhús. Anna fær starv á gistingarhúsinum Bay View Hotel, og saman við stjoranum David, gera tey klárt til sjey gestir, sum koma. Meðan gestirnir eru komnir upp pá pláss, varnast Anna at boðini til hana byrja aftur og hon finnur tey á gistingarhúsinum. Hon trýr at ein av gestinum er tann sum fylgjur henni og vil hava hevnd. 

Knappuliga doyr ein persónur á gistingarhúsinum og ein ræðulig ódn rakar Rùm, sum ger at tey á gistingarhúsinum ikki sleppa vekk og einki samband er á telefonini.

Anna má taka sær av gestinum og ansa eftir sær, tí onkur vil drepa hana. Meðan dagarnir ganga, og ódnin vil ikki slaka av, sita gestirnir og misteinkja hvønn annan. Og hvønn av gestinum hava eitt loyndarmál.

Hetta er ein sera spennandi, loynilig og óhugnalig bók, sum minnur um Agatha Christie En af os er morderen, og er sera væl skrivað.




Den tavse patient Alex Michaelides



Púra óvænta skjútur listakvinnan Alicia Berenson mann sín Gabe í høvdið, ímeðan hann var bundin á einum stóli. Hon er púra kvirr og noktar at siga naka um hví hon gjørdi tað. Sálarfrøðingar sum royna at fáa hana at tosa, siga at hon er sálarfrøðilig óstabil og hon blívur innløgd í trygdarstovninum The Grove í 7 ár. Men enn sigur hon einki. 

Rannsóknarsálarfrøðurin Theo Faber hevur áhuga í at kenna hví Alicia drap mann sín og ger av at søkja um starv í stovninum, har hon býr. Har roynir hann at fáa hana at tosa við seg, men hon noktar. Theo roynir at tosa við familjuna og vinir hjá henni og Gabe at finna út av hvat hendi og spakuliga megnar hann at fáa Alicia at samskifta við seg. Men drap hon virkuliga mann sín ella er tað nakar annar sum gjørdi tað? Prógv sum løgreglan hevur funni sigur at hon skjeyt hann, men Gabe var nógv størri og sterkari enn hon, so hvussu megnaði hon at binda hann í stólin?

Bókin skiftir ímillum dagbókina hjá Aliciu dagarnar áðrenn drápið og nútíðina har Theo stríðist við at fáa hana at tosa og finna út av um hon virkuliga drap mann sín. Men samstundis kemur Theo í trupuleikar við sínum áhuga í Aliciu og hann varnast at kona sín, Kate lýgur um nakað.

Bókin er ein sálarfrøðilig spenningsbók og hon er rættiliga góð og gátufør. Hon lýsur persónarnar sera væl og er rættiliga fengandi og óvænta.





Tættere end man tror park




Melanie Barrick er 31 ár, gift við Ben og tey eiga 3 mánaða gamla sonin Alex. 

Alt var gott, inntil hon knappuliga bleiv handtikin. Orsøkin var at løgreglan fann ein posa av rúsevnum goymd í húsinum og onkur hevur skuldsett henni at selja son sín.

Melanie er pura bilsin av ákæruni, tí hon hevur ongantíð gjørt naka ólógligt í sínum lívið og hon veit einki um rúsevnini ella ákæruna um at hon skuldi selja Alex. Mynduleikarnir trúgva henni ikki og hon fær onga hjálp frá nøkrum. Fyri at fáa Alex aftur, má hon prógva at rúsevnuni ikki eru hennara, men tað er trupult.


Amy Kaye er ákæri og í trý ár hevur hon í loyndum leita eftir einum ókendum neyðtøkumanni, sum hevur í tjúgvu ár hevur neyðtiki kvinnur í Staunton. Hon hevur samla øll prógvini um hann, men hon hevur enn ongan mann havt undir illgruna. 

Meðan hon kannar malið, fær hon boð um at taka eitt sakarmál, hjá Melanie Barrick, og Amy kennur navnið aftur. Hon var tað seinasta offrið hjá neyðtøkumanninum.


Hendan bokin er sera goð, spennandi og eisini rættiliga duldarfull. Persónarnir eru ikki so væl lýstir, men tað ger einki, tí søgugongdin er sera spennandi og nógv loyndarmál blíva avdúka.

Bókin og skrivihátturin minnur eitt sindur um Harlan Cohen og Camilla Läckberg.



Dna Yrsa Sigurðardottir





Dna er tann fyrsta bókin í røðini um løgreglumannin Huldar og sálarfrøðingin Freyja.

Ein kvinna blívur funnin dripin í songjuni í heimi sínum og sjey ára gamla dóttur hennara, Margret, var goymd undir songjuni og hoyrdi alt. Løgreglan hevur ongantíð sæð nakað so øgvusligit og sjáldsamt við hesum drápsmálinum. Dóttur hennara blívur send til Barnaverdartænastuni, har leiðarin og sálarfrøðungurin Freyja og hennara lið royna at fáa gentuna at tosa og siga teimun frá hvat var hent. Men hon er so illa merkt av hendingini, at hon torir ikki ella kann ikki siga frá.

Tá ið Huldar og Freya møtast, vísir tað seg at tey kenna hvønn annan. Tey høvdu fyri einari tí síðani verði saman í einari nátt og Huldar rýmdi, áðrenn tað bleiv morgun. Freyja er enn ill, men bæði eru samd um at tey ikki skulu siga nakað við hini.

Tá ið Freyja blívur biðin um at ansa eftir lítlu Margret, tí drápsmaðurin veit nú at eitt vitni hevur sæð hann, følir hon á sær at tær eru í vanda.

23 ára gamli Karl er áhugaður í útvarpstólum og ígjøgnum sínum egna útvarpið fær hann samband við onnur fólk í heiminum. Men eitt kvøldi hoyrir hann ein merkiliga útvarps kanal, sum bert sigur tøl. Tað vísur seg at hesi tølini hava samband til tí dripnu kvinnuna og skjótt blívur ein onnur kvinna funnin dripin.

Hettar er ein sera spennandi óhugnalig og góð krimibók, sum gongur fyri seg í Reykjavík. Bókin er um familjusamband, hatur og loyndarmál og bókin skiftir millum Huldar, Freyu og Karl.

Tað er ikki fyrr enn man er næstan komin til endan at man fær at vita hvønn drápsmaðurin er, og man blívur púra tikin á bóli.



Tvunget til tavshed Linda castillo





Hettar er tann fyrsta bókin um politistjóran Kate Burkholder.

Painters Mill er ein lítil býur har vanlig fólk og amish fólk búgva síð um síð við hvønn annan og her hendir einki serligt.

Men tá ið líkið av einari ungari kvinnu verður funnin í kavanum, gerast fólk bangin fyri at hettar hevur samband við morðini sum hendu fyri 16 árum síðani. Man fann aldrin gerningsmannin og knappliga góvust morðini.

Kate Burkholder er politistjórin í Painters Mill, men hon hevur búð í býnum til hon var tannáringur. Hon vaks upp sum amish og tá ið hon var 14 ár, hendi ein skelkandi hending, sum gjørdi at hon fór frá familjuni og amish samfelagnum. Eingin uttan familjan hjá henni veit hvat er hent og samstundis góvust morðini, men var tað bert av tilvild? Nú hevur hon fingið starv sum politistjórið í Painters Mill, tí hon kennir amish samfelagið og dugur teirra mál.

Nú morðini eru byrja aftur, vilja fólk vita um hettar er tann sami gerningsmaðurin, men Kate er rættiliga sikkur í at tað er tað ikki. Men hon vil ikki biðja onnur politideildir hjálpa sær, tí hon er bangin fyri at tey kunnu finna nakað sum hevur samband við sítt loynidóm og við seg. Og hon vil heldur finna gerningsmannin sjálv.

Kanningar agenturin John Tomasetti, blívur sendur at hjálpa til í Painters Mill, men sjálvur hevur hann nakrar persónligar trupulleikar at berjast við og hettar er sikkur sín seinasta uppgáva, um hann ikki fær nøkur úrslit og tekur seg saman.

Meðan Kate, John og politifólkini leita eftir gerningsmanninum, blíva meira kvinnur ógvisliga dripnar og Kate kemur í iva um hvørja leið kanningararbeiði skal fara.

Hettar er ein sera góð, óhugnalig og spennandi bók, sum eisini er eitt sindur óvanlig, tí hon lýsir amish samfelagið, ein fólkaslag, sum liva sum í 16.øld. Tey brúka ikki bilar, men hestavognar, hava onga telefon, gera alt við hond, og brúka ikki elektrisitet.



Jeg lader dig gå. Clare Macintosh





Ein kaldan november dag, bleiv 5 ára gamli Jacob yvirkoyrdur beint framan fyri mammu síni og doyr og bilførarin rýmdi av staðnum. Løgreglumaðurin Ray Stevens og starvsfelagin Kate arbeiða á málinum, men eingin sá bilin ella føraran. Aftaná fleiri vikur uttan framgongd, blívur málið lagt til síðis. Men Ray og Kate gera av at í loyndum at leita eftir føraranum og seta hana ella hann í geglið.

Jenna Grey er rýmd frá øllum og hevur leiga ein smáttu við strondini í Wales, har hon ikki kennir nakran. Hon heldur seg fyri sær sjálvum, men blívur plága av ótta, sorg og minnir frá eina gerð sum hendi ein kaldan november dag. Men hon goymir seg eisini av einari aðrari grund. Fyri okkurt sum er nógv verri og sum ræðir og hevur oyðilagt hana. Og sum eisini leitar eftir henni.

Meðan løgreglan spakuliga loysir málið, má Jenna gera av um hon hevur styrki til at avdúka seg og hvat kostnaðurin og vandarnir eru.

Bókin hevur fingið sera góð ummælir frá øllum heiminum og er rættiliga góð. Bókin er eitt sindur óvænta, óhugnalig og hevur ein twist í endanum. Hettar er ein spennandi sálarfrøðiliga Domestic noir ( Kvinnu spenningsbók).

Bókin er deild í tvey. Fyrsti partur er um vanlukkuna og er um Jenna sum goymir seg og Ray sum leitar eftir henni. . Og næsti partur, ( sum er meira spennandi) er um fortíðina hjá Jennu oger meira spennandi) er um fortíðina hjá Jennu og hennara bardaga.

Bókin er blivin bestseller í The Sunday time og New York Times.

Clare Macintosh er løgreglukvinna í Onglandi og hettar er hennara fyrsta bók.



De smukkeste. Karin Slaughter





Stóra systurin hjá Claire og Lydiu, Julia hvarv eina náttina í 1994. Politiið leitaði leingi eftir henni, tíðindarbløð og sjónvarpsrásir skrivaðu nógv um hana, og familjan hevði enn vón, at hon kom aftur. Men Julia Carrol bleiv ikki funnin. Familjan fór í tvíningar, og einki bleiv tað sama aftur.

20 ár seinni, er lítla systurin Claire gift við arkitektinum Paul, og hevur ikki havt nakað samband við systur sína Lydiu í 18 ár. Lydia hevur stríðst við rúsevnum í nógv ár, og til endans noktaði familjan at hava nakað samband við hana. Men Lydia kom burtur úr rúsevninum og fekk eina dóttur, sum eingin í familjuni veit um.

Ein dagin blívur Paul dripin beint framan fyri Claire. Men aftaná jarðarferðina finnur hon ting, sum hann hevur goymt, sum hon blívur sera skelka av at finna. Kendi hon nakrantíð mann sín? Og kann hon fáa systur sína at fyrigeva hana og hjálpa henni?

Hettar er ein góð og óhugnalig spenningsbók, men hon blívur meira spennandi og óhugnalig, tá ið man er komin eitt sindur í helvt. Hendan bókin er ikki fyri” sarte sjæler”




Kvinden i toget. Paula Hawkins




Rachel var lukkuliga gift við Tom og tey búðu í einum deiligum húsið. Men knappiliga vildi Tom skiljast og hon var noydd at flyta út. Tom fann sær beinanvegin eina nýggja damu og tey fingu eina dóttur. Hvønn dag, tekur Rachel tokið, sum koyrir fram við sítt fyrrverandi hús, har Tom og nýggja kona hansara Anna búgva. Rachel drekkur ov nógv og fær at vita frá Tom, at hon ringjur og bankar uppá hjá teimun í heilum, men hon minnist einki, morgunin eftir.

Hvønn dag sær Rachel unga parið, sum eru næstan grannar við Tom og Annu. Hon er hugtikin av teimun, og hugsar ofta um hvat fyri lív tey livað og hvussu perfekt tað er hjá teimun. Hon kennur tey ikki, men kallar tey fyri Jess og Jason.

Men ein dagin, tá ið tokið fer forbí, sær Rachel Jess mussa ein annan mann. Nakrir dagar seinni er hon vekk. Rachel ger av at leita eftir henni og sjalv fara at tosa við mann hennara. Rætta navnið hjá Jess er Megan Hipwell og meira Rachel roynir at hjálpa at finna henni, meira trupuleikar kemur hon í.

Kvinden í toget er ein sera góð og spennandi domestic noir bók, um loyndarmál, lygnir og dreymar.

Bókin hevur fleiri plottwist, sum ger, at hon blívur meira óvænta, jú meira man lesur.






Kommentarer

Populære opslag