Ljóðbøkur: Eitt herðindi ella framtíðin?



Fleiri og fleiri fólk enn nakrantíð fyrr lurta nú eftir ljóðbókum.

Bæði børn og vaksin lurta nógv eftir ljóðbókum á veg til arbeiðis, tá ið tey leggja seg at sova, tá ið tey fáast við okkurt handarbeiði, slappa av ella á einum longum biltúri.


 

At læra børnum at hugsavna seg


Lærarar lesa eisini søgur upp fyri børnunum og tað sum eg havi hoyrt, so dáma børnini væl at lurta í tímanum og tey sleppa at tekna ella leggja høvdið niður á borðið ella bara slappa av. Á hendan hátt læra børnini at lurta, at hoyra at bøkur eru spennandi og læra okkurt samstundis. Bókin kann eisini elva til prát í flokkinum og børnini læra at skapa teirra egnu hugsjónir og at læra eitt sindur um samfelagið, órættvísi og toleransu. Við at lesa fyri næmingum ella bara fyri børnum sum heild, kemur man at læra teimum úttalu og orðalag. Teirra lesifatan blívur styrkt og tey læra nýggj orð, nýggjar upplýsingar og koma at skilja hvat orðini merkja, og at lesa upp fyri børnum stimulerar heilan og hugsavna seg og samstundis kunnu tey ímynda sær søguna og hvat hendir.  Á hendan hátt lærir hetta eisini børnini at savna seg og at lurta, og kanska eisini fara tey at tíma at lurta eftir ljóðbókum

Tá ið eitt danskt forlag spurdi teirra fylgjarar á Instagram um,hví tey brúktu ljóðbøkur, skrivaðu nógv um, hvussu tey brúktu tað. Tá ið tey løgdu børnini í song um kvøldið og lótu tey lurta eftir einari ljóðbók, tá ið børnini, spældu, teknaðu, ella bara slappaðu av, ella tá ið tey vaksnu vóru ov móð av at lesa fyri teimum, so tendra tey bara eina ljóðbók. Eisini brúkti nøkur foreldur ljóðbøkur, so at børnini ikki sótu framan fyri einum skermi allatíðina.

Ljóðbøkur hjálpir teimum, sum eru orðblind, eru blind ella hava trupulleikar við at lesa. Við at hava eina fysiska bók og tað somu ljóðbókina, ber tað til at læra seg orðini og hoyra, hvussu tey úttalast. 

 

Vaksandi áhugi


Saxo legði út eina frágreiðing, “Sådan læser vi 2020”, sum 8000 fólk høvdu svara spurningum um teirra lesivanar, sum vísir, at bara uppá fýra ár er nýtslan av ljóðbókum vaksið við 10 %. Í 2020 søgdu 52 % av teimum sum vóru við í frágreiðingini at tey brúktu stroymingtænastur til at finna sítt næsta lesiupplivilsi, og tað er tað hægsta nakrantíð. Í 2017 var tað bara 22%

 Hetta var beint tá, Korona rakti, og man ikki kundi fara til arbeiðis ella fara út.

Ein onnur kanning vísti, av teimum topptíggju bókunum, sum man kundi stroyma sum ljóðbók ella e-bók, so vóru tað 50%,sum lurtaðu eftir krimi

Ein spurnarkanning sum Edison Research í Amerika hevur gjørt, vísti at tey sum lurtaðu eftir ljóðbøkrum, vóru 18 ár og eldri og teimun dámdu eisini spennings ella brotskaldsøgur.

Í Onglandi vísti ein kanning, sum fyritøkan Harris Interactivgjørdi í 2019, at 15% av bretum lurtaðu eftir einari ljóðbók, ímeðan 77 % av bretum hava lisið  eina prentaða bók seinasta ári. Í 2019 vaks sølan av ljóðbøkrum við 43% .

Tann bólkurin sum lurtar mest eftir ljóðbókum eru menn ímillum 18 og 34 ár sum í minsta lagið lurta eftir fýra ljóðbøkrum um árið. Orsøkin til at teir brúka ljóðbøkur, er undirhaldsvirði og at stimulera heilan. Tað sama sigur ein kanning sum Nielsen Book hevur gjørt. Tey hava varnast at tað eru menn, úr stórbýum í Amerika, ímillum 25 til 44 ár sum lurta mest eftir ljóðbøkrum. Stjorin í Audible Laurens Howell, hevur eisini varnast vøkstrin í hesum bólkinum og sigur “at akkurat hesin aldursbólkurin er ikki tann sterkasti at keypa bøkur.”

Samanumtikið er so at fleiri menn enn kvinnur lurta eftir ljóðbókum ímeðan teir arbeiða, pendla ella renna. 

Tey stóru bókaforløgini í Amerika, so sum Audible, Hachette Audio, Harpercollins, Macmillan, Penguin Random House, Simon & Schuster hava sagt frá at tey hava set meira pening í framleiðslu í ljóðbøkrum, so at møta eftirspurninginum hjá teirra kundum.

Eisini bendir alt á, at ljóðbøkur kunnu yvirhála E bøkur um nøkur fá ár.

 

Appir


Men hvørjar appir eru góðar at lurta eftir og hvør app er verd at brúka?

Tvær av teimum kendastu donsku ljóðbókaappinum eru Mofibo og Saxo. Eisini eru tað fólk sum brúka ensku Audible ( sum hevur mestalagið enskar bøkur)ella E-Reolen (har tað krevst at man er lánari hjá Býarbókasavninum fyri at logga seg inn, um man býr í Føroyum). Aðrar appir sum danskarir brúka eru  : Bookmate, Libbye-Reolen Go ( til børn 7 til 14 ár)KindleNextory, Nota.dk ( sum er til tey sum eru sjón veik) og Bookbeat.

 Tær fyra appirnar sum eg nevndi, so er tað Mofibo sum er tann betra og hevur verði í nøkrum veljarakanningum, sum vísa at hon er tann sum hevur betri undurtøku í Danmark.

Mofibo kostar 129 kr um mánaðan og hevur 100.000 bøkur 

Saxo Premium hevur 40.000 bøkyr og kostar 79 kr um mánaðan.

Audible kostar 67 kr um mánaðan, men har eru mest enskar bøkur og E Reolen er ein ókeypis online lániskipan, har man má brúka eitt lánikort at logga seg inn. Man kann í mesta lagið lana fimm bøkur í senn og tær fara automatiskt av, ta ið lánið er liðgut.


Góð ráð tá ið man fer at lurta eftir ljóðbøkrum


Tað sum kann forstýra tá ið mann lurtar, er um upplesarin hevur eina vánaliga rødd ella  ikki úttalar orðini røtt, ella hevur eina monotona rødd. At siga fremmandaorð rætt er eisini eitt stórt pluss. Røddin hjá upplesaranum skal eisini verða dámligur og duga at verða dramatisk ella syrgilig, tá ið bókin kemur har til. Um man dámar upplesaran so mikið væl, so kundi man eisini kundi man kanna hvørjar aðrar bøkur upplesarin hevur lisið inn og lurta eftir teimun. Eini góð ráð eru at hava hesu tjúku oyratelefoninar, so man ikki blívur forstýrdur av øðrum ljóði og at fólk síggja at tú hevur tær í. Tí tað er hent nokso ofta hja mær, at eg brúki hesi lítlu oyratelefoninar, sum eru so pinkulitlar, at man ikki sær tær. Tað er hent at fólk hava sagt hey við meg, men eg havi ikki sæð ella hoyrt tey og havi gingi forbí.

Ein trupuleiki er at man hugsar um okkurt annað og gloymir at lurta tá ið man lurtar eftir ljóðbókini. Hettar hevur við sær at man má fara aftur og lurta umaftur. Man kann trena sítt hugsavna at lurta eftir ljóðbøkrum, og tá ið man hevur vant seg við tað, kann man eisini gera at upplesaran lesur skjóttari. Á tann hátt fer man skjóttari ígjøgnum eina ljóðbók og man kann byrja uppá eina nýggja.

Eisini hjálpir ljóðbøkrum teimum sum hava trupulleikar við at lesa ella ikki síggja so væl longur.

 

Er tað snýt?


Men er tað tað sama? At lesa ella lurta eftir? Sumi høvdu sagt at tað er at snýta, men er tad?

Ein gransking sum var gjørd í 2016, av Beth Rogowsky, Barbara M Calhoun og Paula Tallal, sum eitur Does modality matter? The effects of readinglistening and dual modality on comprehension.

91 fólk vóru deild upp í tríggjar bólkar. Øll skuldu lesa ein part av einum kapitli av einari bók, og seinni svara spurningum. Men tad serstaka var at ein bólkur læs bókina, ein onnur lurtað og tann triði lurtaði og læs hana samstundis. Aftaná skuldu tey svara spurningur og kanna leskfatanina. Granskingin visti at lesifatanin og málfatanin var tann sama, um man antin læs ein bók ella lurtaði eftir. 

Tá ið man lesur ger man tvey ting samstundis. 

Tað fyrsta er at man avkoda orðini og tekstin og skilur hvat hann merkir.

Og tað næsta er máltilgerðin, sum er at skilja dialog og plottið í bókini

Við einari ljóðbók, behøvist man ikki at lesa tekstin og avkotahann, men bara savna seg um søguna.

Umleið 10 til 15 % av eygunum flyta seg, tá ið man lesur, men tú varnast tað ikki. Eyguni fer aftur til tey orðini sum tú akkurát hevur lisið og kannar líka einaferð um tað var rætt ella um tú fekst alt við. 

Tá ið man lurtar eftir einari bók, so kann man brúka hendrinar, sum man annars hevði brúkt til at hildið einari bók.

 

Føroyar og ljóðbøkur


Í Føroyum ger Ljóðbókatænastan ljóðbøkurnar og tær koma út. Men trupulleikin við tí er at tað er ofta so langt ímillum at tær koma út og ikki nóg nógv í senn. Nú tá ið ljóðbøkur byrja at blíva meira dámdar, skuldi man næstan trú, at vit í Føroyum eisini royndu at fylgja við. Men at keypa ljóðbøkur er eisini sera dýrt og so kann ein fløga mangla ella hevur hon fingið eina skøvu og riggar ikki. 

Í eina tíð hevur Ljóðbókatænastan arbeitt við at stovna ein útlánsportal fyri ljóðbøkrum. Arbeiðsbólkurin vildi kanna hvat fyri útlánsskipan onnur norðurlond brúktu og hvussu nógv tað fór at kosta at gera ein útlánsgrunn. 

Tá ið tað saman um kom, bleiv tað lagt fram at tað vildi verði frægast at  brúka E-Reolen, sum longu nógv brúktu frammanundan. E-Reolen kann eisini tillagast, so at føroyskar bøkur ið tilfar kunnu koma á hendan útlánsportalinum. Men beint nú eru tað bert lánarar á Býarbókasavninum sum kann brúka hesa skipanina, tí tey eru limir.  

Meiningin var at Landsbókasavnið skuldi gera seg til lim og tosa var við samskipararnar um hetta. Felagið tá fevndi bæði statsligt og kommunalt stovnar.   Alt sá út til at vera í ordan og tað var gjørt klárt til at skriva undir einum sáttmála á heystið í 2020. Men í novembur bleiv felagið niðurlagt og ein nýggj nevnd bleiv stovna í staðin. Hendan nevndin hevur broytt hugsjón og hevur nú í staðin gjørt av, at bert kommunalt stovnar kunnu blíva limir. Landsbókasavnið er ikki eitt kommunalt bókasavn og tí ber ikki til at koma við í útlánsskipanini.

Men aðalfundur verður í apríl og vónandi verður støðan tikin viðvíkjandi limaskap og so føroyingar kunnu sleppa framat og brúka ljóðbókaskipanina. Og vónandi kemur skjót gongd á.

Ímeðan hevur Ljóðbókatænastan megna at konvertera 400 til 500 ljóðbøkur til rætta netformatið , so tað er klárt, tá ið útlánsportalurin er klárur. Beint nú er uppskotið um ljóðbøkur og nýggja útlánsportalurin sendur til hoyringar og rættindir og avtalur eru skjótt lidnar.

Nýggja skipanin eitur eHillin.fo, men man kann ikki brúka hana enn.

Eg eri rættiliga spent uppá hvussu føroying fara at taka ímótir at endiliga at kunna hoyra føroyskar ljóðbøkur frá Ipaddinum ella telefonini og tí kunnu tey flyta seg meira, enn bert at sita heima ella í bilinum og lurta.

 

 




Kommentarer

Populære opslag