Anna Frank Graphic Diary

 


Tá ið eg var 12 ella 13 ár vóru vit og vitjaðu gubba mín, í nakrar dagar, sum búði í Sørvági. Hann arbeiddi í flogvøllinum, og vit gjørdu av at ganga yvir til flogvøllin og keypa okkum okkurt at eta og so ganga heim aftur. Ímeðan vit gingu inni har, var eg inni í tann lítla handlin, sum seldi alt møguligt til ferðafólk. Tað var har at eg sá Dagbókina hjá Onnu Frank. Eg hevði ikki hoyrt um hana fyrr, men eg helt at hon ljóðadi áhugaverd, so eg keypti hana. eg megnaði at lesa yvir 300 síður á tvær dagar og eg havi lisið hana tvær ferðir síðani tá. Hendan bókin er so syrgulig, tó kendi eg meg, sum tannáringur, kendi eg meg aftur í kenslunum og sinnalagið hjá Onnu Frank. At ongin lurtaði, at føla seg einsamallan og at man hevur gjørt okkurt skeivt men ikki veit hvussu man kann gera tað gott aftur.

Tí var eg so spent tá ið eg sá at ein graphic novel, gjørd frá bókini, tí hana mátti eg lesa.


Hendan bókin er gjørd við nøkrum av Annu Franksa sídum av dagbókini og er endurfortald í myndum.

Fyri tey sum ikki kenna hana, so var Anna Frank ein jødisk genta, sum livdi saman við sínari familju undir nasistiska valdinum. Hon var fødd og vaks upp í Frankfurt í Týsklandi, men familjan noyddust at flýggja til Holland og goyma seg, við  sjey øðrum jødum í einum goymistaði í Amsterdam. Í næstan tvey ár livdu tey í einum loynirúmi, uppiyvir gomlu fyritøkuni hjá pápa sínum, Otto. Men so blivu tey funnin av nasistinum  og øll blivu send í fangalegur. Øll uttan Otto Frank doyðu í fangalegunum og aftaná kriggjið, fann hann dagbókina hjá Annu. Seinni kom dagbókin út og hon bleiv sera vældámd og heimskend. Í dag er bókin umsett til yvir 70 mál og gjørt til film og ein sjónleik.

Anna er trettan ár og væl dámd í skúlanum og í grannalagnum. Hon hevur eina eldri systur Margot, og mammu og pápa sín. 

Tá ið hon fyllur 13 ár, fær hon eina reyð og hvíta bók, sum hon kann skriva í. Hon kallar dagbokina Kitty og  skrivar um sín vinir, familju og viðhvørt um sín dag, men eisini um dreingir, sum hon var forelska í. 




Fyrst búðu familjan í Týsklandi, tá ið Adolf Hitler kom til valdið og Frank familjan gjørdu av at flyta til Hollands, til Amsterdam. har pápin stovnar sína egnu fyritøku. Gentunar dáma væl at ganga í skúla og Anna er vældámd og hevur nýggjar vinur.

Men so við og við sum nasistarnir taka yvir, sær hon hvussu órættvíst jødar blíva viðfarnir. Tey byrja at missa rættindir, starvið, og fáa skylduna fyri hvat hendi undir Fyrra heimsbardagað.

 So við og við sigur hon frá trupuleikinum at verða jødi og missa loyvið til alt. Tey sleppa ikki at brúka sporvognin, ella koyra bil ella súkkla. Og tey skulu vera heima áðrenn tað blívur myrkt.




Lívið blívur meira torførari, og meira vandamiklari. Men so blívur Margot innkallað av SS og foreldruni gera av at tey skulu goyma seg. Pápin Otto var stjóri á fyritøkuni Opekta, áðrenn nasistarnir tvungu hann til at gevast. Men enn hevur hann samband við síni starvsfólk, og saman hava tey hjálpt honum at goyma seg og familjuna í bakhúsinum sum fyritøkan er í.

Tá fáa tær at vita at Hr og frú Van Pels og sonur teirra Peter koma eisini at búgva í íbúðuni. Anna ansaði eftir, so um dagbókin endaði hjá nasistinum, so hevði hon broytt nøvnini hjá øllum í loynistaðnum. Hr og frú Van Pels blivu kalla fyri Hr og frú Van Daan í bókini.

Seinni kemur tannlæknin Hr Pfeffer ( í bókini gevur Anna honum navnið Hr Dussel ) eisini í goymistaði. Við átta fólkum í einum loyniligum goymistað, byrjar tey teirra nýggja lív.


Goymistaði hevur tvær hæddir og eitt loftsrúm. Um dagin skulu tey verða friðalig, so tey niðriundir ikki skulu hoyra tey. Goymistaðið hevur eina loyniliga hurð aftanfyri eina bókahill og næstan hvønn dag koma hjálparinir niðan til tey við matið ella tingum sum tey mangla.  Tey sum hjálpa teimun eru øll starvsfólk í fyritøkuni og tey vita gott av, at um tey blíva handtikin ella dripin, um nasistarnir finna út av hesum. 



Anna skrivar eisini um hvussu torført tað er, at búgva tætt ímillum átta fólkum, sum tá tíðin gongur blíva troytt av hvørjum øðrum, troytt av at verða bangin og teirra hykl og skeld um smáting. Tað er eisini ringt fyri Onnu, sum er tannáringur, sum ikki orkar at hoyra uppá at øll hini latast at henni, tosa um hana sum um hon ikki er har og ordra hana runt. Sum oftast blívur hon samanlíkna saman við systur síni Margot, sum ger alt rætt.


Men tað er ikki bara Anna sum troyttast og ilskast inn á hini. Ofta er tað at hini í goymistaðnum skeldast inn á onnur, ella onkur sigur okkurt sum øsur onkran annan. Onkrar dagar er friðaligt, tí onkur er fornermaður og óð ella óður við onkran annan og vil ikki tosa við tey. Hesin alspenti stemningurin ger tað trupult at búgva saman. Og tað er strævið at ganga á tá allatíðinar.



Men hvønn dag eru tey bangin fyri at onkur hevur avdúka tey og nasistarnir finna tey. Hvønn dag eru tey heldig at enn verða frí. Men hvønn dag eru tey bangin og hetta troyttar tey og ørkymlar tey. Tvær ferðir ímeðan tey búgva í loynistaðnum, megna ránarir at bróta inn í fyritøkuni og stjæla. Hetta lupur ræðslu fyri teimun, tí løgreglan skal kanna húsini, og kunnu av óvart finna tey

Serliga tá ið britiskir bumbuflúgvarir kasta bumbur yvir Amsterdam. Sirenunar ávara at flogfør eru á veg, og bumburnar bresta og lupur raslu á teimun í loynistaðnum. Fleiri nættur í trekk, ýla sirenurnar og flogførini sleppa bumbur yvir býin. Ongin í loynistaðnum kunnu sova um nætturnar og hettar skrivar Anna eindur sindur um.


Ímeðan tey stríðast við bangilsi um at blíva funnin av nasistinum  ella blíva bumbaði av bretinum, so hava tey eisini trupuleikar av matinum. Tey fáa bert eitt lítið sindur at eta um dagin, og viðhvørt er maturin í so vánaligari góðsku at tað er óetandi.  Tey hava nógv blikk av dósamatið og næstan hvønn dag  keypa hjálparfólkini breyð og mat, sum tey finna í tí svarta marknanum. Men so við og við, byrjar báðar familjunar og Hr Pfeffer at skeldast um matin og tí noyðast tey at deila matin ímillum sín.  

Men ofta er tað langt ímillum at tey fáa mat, sum tey kunnu eta og ofta mugu tey eta tað sama í fleiri vikur. Og sum so ofta, so eru tey enn svong, aftaná tey hava eti, tí maturin ikki er óetandi ella ov líti.


Anna skrivar eisini um sínar dreymar, um framtíðina og hvat hon vil gera tá ið kríggjið endar. Hon skrivar um longsulin av at verða frí, um bangilsi, tunglyndi og stríðið, at búgva við átta fólkum, sum ofta irritera seg. Hon lýsur eisini um hennara sinnalag, hugsanir og vónir. Men tey sum lesa hennara dagbók, vitu jú hvat hendi við henni og hinum sum búðu í loynistaðnum. 

Anna Frank Graphic Diary er ein sera væl gjørd og dugnaliga teknað bók. Nøkur brot úr dagbók hennara eru blivin teknaði og eru lýst soleidis sum teknarin og samskiparin hava hildið, Anna Frank sjálv hevdi hugsa sær.
Bókin hevur vakrar myndur, sum lýsur umhvørvið, og sinnalagið hjá einum tannáringi, og ger tað meira spennandi, fyri tann sum akkurát hevur hoyrt um Annu Frank.

Hetta er ein sera áhugaverd og góð bók til eldri børn og ung at lesa. Og so er hon so nógv styttri enn tann endaliga dagbókin, men man fær allíkavæl alt við, og skilur sinnalagi, trupuleikan at blíva hoyrd og hvussu hon føldi seg ráðaleysan og bangnan.
Eg haldi at øll bókasøvn skuldu keypt hesa bókina og har við læra børnini meira um stríðið sum hon, familjan og aðrir jødar vóru fyri og hvat nasistarnir gjørdu ímóti teimun.
Tað einasta sum eg kundi hugsa mær at broyt, var støddin. Bókin er sera stór, so hon passar ikki í eina vanliga hill.  Men annars haldi eg at um børnini skulu læra um Annu Frank, so kunnu tey vaksnu vísa myndur úr hesari bókini, sum kann hjálpa teimun at ímynda sær hvussu hon og onnur livdu í loynistaðnum.
Hetta er ein must, fyri børnum at lesa





Kommentarer

Populære opslag