Bløðran

 



Hvat ger man, tá ið man er ein tannáringur og ongin lurtar eftir tær. Man skal gera hetta, eta hetta og fara til hetta. Men tá ið Stina finnur eitt óvænta friðskjól, ger hon av at taka av og liva uttan reglar og uttan at lurta eftir foreldrinum. Men hvat er prísurin?og hvat er bløðran, og dukkan í henni?

Stina følir ikki at nakar hoyrir hvat hon sigur. Foreldruni lurta ikki eftir, og hvønn fríggjadag skal hon svimja, í einum illa hildum svimjihøll.


Stina er næstan12 ár og følir seg sum ein trælir í lívinum.  Hon býr í Møllby, har í hennara egna orðum, í heimsins vánaligasta og býttasta býi, við heimsins býttastu íbúgvum, og heimsins vánaligasta skúla. Alt er vánaligt, heldur hon. Onki í býnum blívur gjørt í stand, alt blívur mala spýggjugrønt. Hetta er tann einasti býðurin, hvar íbugvarnir skiftast um at deila ein heila. Stina er so troytt av øllum, og alt er nakað lort. Ongin lurtar eftir hvat hon vil. Mamman er: 

“ Sum ein likka. Fleyg runt og runt og gneldi við hvøllari rødd, aftur og aftur og aftur til hon at enda fekk sín vilja” 

og hon er so bangin um bakteriur, og pápin er betri at lurta, men tvingar hana í skúla.

Hon gongur í 6 B í Klausenskúlanum. Men Jallur og hinir drongirnir arga onnur í skúlanum og kalla hana fyri Bløðran, vegna eina flovisliga hending. Tað er Jallur, sum er leiðarin, og so er tað Tummas og Monrad. Tað er hann sum hevur funni uppá navnið Bløðra. Stina hatar hann, men í loyndum dámar hon hann.  Men tíbetur hevur Stina tvær ordiligar góðar vinkonurnar. Vivi ( sum ørklymrar seg allatíðurnar) og Aurora( sum er so skilagóð og veit hvat man skal gera).

Stina dámar væl sombiefilmar og alt sum hevur við sombier at gera, men livandi fólkini noyddu hana at gera ymiskt sum, hon hatar. So sum at fara til svimjing og at syngja í jólakórinum.

 Hon hevur roynt at fyri at sleppa frá svimjing. Hon hevur funni uppá fleiri umskylningar at sleppa undan, men einki riggar. Lærarindan, Ónda, leggur einki í. Hon hevur hoyrt alt fyrr, og er beinavegin klár at stegða Stinu við hennara umskylningum.

Hon hugsar ofta um at rýma heimanufrá, at liva uttan reglur og bara gera tað sum hon vil. 

Ein serliga ringan dag, tá ið hon hevur havt svimjing, og er næstan drukna, har flokkurin hevur flent eftir henni og hon hevur í illsini stútað Óndu í hyllin, er hon rýmd inn í kirkjugarðinum. “ Í morgin fór løgreglan at banka uppá, og so var hon send í fangalegu í Siberiu ella okkurt. Noyða hana at arbeiða í 40 kuldastigum, líka til hon fór frá við eftirløn, ella til fingrarnir duttu av, alt eftir hvat hendi fyrst.”  Og “ Var tað nakað stað í landinum, har flýggjandi børn fingu friðskjól?” og har finnur hon eina merkiliga glass kúlu. Í henni er ein klútadukka, vavd inn í bindi, so hon líkist einari mumiu dukka.  Hon ynskir sær at búgva í glass kúluni so eingin kann bestemma yvir hana.

Tað náttuna vaknar hon við at glasskúlan er blivin risastór. Stina er púra bilsin og heldur at hon sær yvir sær. 

“ Ja. Soleiðis fór tað at enda… Í morgin fór hon at vakna í einum av hasum pútukløddu rúmunum á sinnissjúkrahúsinum, og ein sjúkrahjálpari fór at standa uppi yvir henni við einari risasproytu og siga, at tey bara vildu hjálpa henni. “ 

 og “ Lívið var liðugt. Og nú var hon altso blivin sinnisjúk. So kundi hon tað sama vita, hvat henda bløðran var fyri nakað. Hon hevði jú einki at missa.” 

Hví er hon blivin so stór og hvat fær hana at føla seg drigdnan at henni? Stina varnast at hon kann fara inn og út úr kúluni sum einki, men eingin og onki livandi sleppur inn. Mumiudukkan er eisini voksin og Stina følir seg heima saman við henni. Dukkan, sum Stina kallar Stuna, er deiliga bleyt at liggja á. Men nú eru góð ráð dýr, tí risa kúlan er í hennara kamari og foreldruni fara at flippa út, tá ið tey síggja hana. Og tað gera tey. Men Stina sleppur frá teimun við at fara inn í bløðruna og har kann hon gera hvat hon vil. Ongin annar sleppur inn, heldur ikki Kiskan.

Í blørðuni kann Stina fáa frið og vil ikki lurta eftir foreldrinum. Hon vil ikki út aftur, líka mikið hvussu nógv foreldrini biðja og bøna hana. Hon gottar sær og følir seg í sikkurheit. Foreldruni fáa ein barnasálarfrøðing at tosa við hana, men tað nyttar ikki, tí Stina vil ikki lurta. Mamman fær hippikonuna Sólstrála at tosa við Stinu. Men Stina fær hana at trúgva at hon er ein gudinna Karma og Sólstrála lurtar eftir øllum hon sigur og fær hini hippinirnar til at fylgja ordrum frá Stinu. Til endans ringjur mamman til brandstøðina og fær brannmenninar til at hjálpa henni at bróta bløðruna.

Í panikkið ynskir Stina at blørðan skal fara út og tað ger hon. Hon brútur út ígjøgnum húsaveggjin og flýgur út úr hennara kamari úr íbúðarhúsinum á fimtu hædd. Stina veit ikki hvat annað hon skal gera, so hon og bløðran rýma. Alt sum Stina sigur, ger bløðran.

Bløðran kann flýgva, geva henni tað sum hon ynskir sær og so er hon eisini heit at verða í. Tað er sum eitt UFO.

Stina er hepnasta gentan í verðini. Hon vil ongantíð fara út aftur. Hon ynskir sær nógv ting, ipaddar, hátalar, ein army jakka, bøkur, mat og eina krúnu. Hon ynskir sær eitt ves og fær eitt uttanduraves, líkasum tað í teirra summarhúsið. Tá ið hon ikki vil hava tingini meira, blakar hon tey í vesi, og tey hvørva.  Hon manglar einki og er sera glað. Sum tíðin gongur, leggja børnini næstan ikki til merkis, at Stina er í einari bløðru. Mamman fær skúlan til at víka hurðunar í skúlanum, so hon sleppur í tíma, og hon skal allíkavæl at syngja í jólakórinum. Men tá ið hon følir ringa samvitiheit fyri at verða í bløðruni og ger foreldrinum ørkymlaði. Tey royna at skilja hana, men Stina dugur ikki at siga frá hvat feilar. Hon rýmur bara og goymir sínar kensur. Í næstan ein mánað livur hon sum ein kongur og ger sum hon vil.

Men so varnast hon at tað blívur verri og verri hjá henni at sleppa út úr bløðruni og til endans sleppur hon slett ikki út. Í fyrstani fer Stina ikki í panik,  tí heimurin er eitt ræðuligt stað og eingin lurtar eftir henni ella kann gera nakað við hana. Men hon byrjar at sakna vinkonurnar, og hon saknar foreldruni, at fáa klemm frá teimun, at føla vindin á andliti og so um sína egnu framtíð. Fer hon ongantíð at mussa nakran ella blíva foreldur? So við og við varnast Stina okkurt stinga úr ímillum bindinum hjá dukkuni, sum hon kallar Stuna. Ein seðil, ein fjøður og annað sum hon líka sum minnist, men ikki veit hvat tað merkir. Jú meira Stina tekur fylluna úr, jú keddari blívur hon. Fyllan í dukkuni eru ting sum Stina hevur oyðulagt, stjolið og onnur eru minnir frá skjalkabrotum sum hon hevur gjørt. 

 “ Um nú okkurt var inni í henni, sum var so ræðuligt, at hon ikki orkaði at liva við tí?”

Tað blívur verri, tá ið Stina varnast at tey tingini sum hon ynskir sær, eru ting sum onnur eiga. Stina hevur ringa samvitiheit, fyri tað sum hon hevur gjørt, og avtrat tí, skal hon eisini finna uppá ein hátt at geva tingini aftur sum hon hevur ynskt og blaka í vesi. Fyrst má hon finna út hvar tey eru endaði og hvussu hon kann lata tey aftur. Hon vil gera alt gott aftur, men hon er føst í bløðruni og nú ger dukkan nøkur mekilig ljóð og tað tikist sum um hon flytur seg. Stina er føst í blørðuni og er bangin. Dukkan Stuna er ikki nøgd við at Stina vil út og byrjar at vísa at hon ikki er samd við ætlanuni hjá Stinu.

Nú skal eg ikki siga hvussu tað endar fyri Stinu, men hon roynir sítt besta at loysa sínar trupuleikar og finna út av hvussu hon skal sleppa út. Bløðran er ein ordiliga góð, stuttlig og spennandi. Persónarnir eru ikki so nágreiniliga lýst, men tey eru øll  ørvísi og ólík. Siri Pettersen hevur skriva fleiri persónar við teirra serligum kenniteknum. Lærarin Oppseth er møguliga samkyndur, Aurora hevur ein myrkan pápa, Vivi er stúrin um alt og Áslakkur er ein næmingur við serligum tørvi. Hetta sær man ikki í nógvum børnabøkrum og tað er deiligt at tað í hesari. Bókin er eitt sindur satirisk, og eitt stað í bókini merkir man tað best. Tá ið foreldruni í flokkinum, vilja hava at maturin til jolatiltakið skal verða glutenfríður, búnanir skulu verða burðardyggur og Jesu barn skal vera myrkt, tí tað er politiskt korrekt. Alt hetta ger tað trupult hjá læraranum Oppseth at gera eitt jólatiltak. 

Eisini er eitt sum irriteraði meg eitt lítið sindur, og tað er at Stina er loyniliga forelska í Jall, men hann hevur eisini happa hana, so hon hevur eitt love/hate forhold til hann. Men tá ið hon hoyri hann forklára seg, so fyrigevur hon hann beinanvegin. Tað er altso ov lætt.

Alt í alt gevi eg bókina 4 út 6 stjørnur. 


Kommentarer

Populære opslag