En lykkelig slutning




 Í En lukkelig slutning fylgja vit sjey ættarlið av Christiansen familjuna, sum hava rikið eina gravarahjálpifyritøku, ( bedemandsforretning) sum taka sær av teimun deyðu og so stríðast tey eisini við  teirra egnu trupuleikum. Hvønn einasti persónur í ættini hevur havt okkurt at stríðast fyri ella ímóti og noyðast at taka sær av sínari familju, tó tey ikki dáma tey. 

“Første gang kold hud fik det til at sitre i mig var i 1986. Jeg var fyldt fjorten to uger inden og havde aldrig tænkt i de baner før. Jeg forstod hurtigt, at det var en ensom brist at hava. For hvem skulle jeg fortælle det til?”

Hvønn dag stríðist Nicolas við sínar lystir. Hann er nekrofil. Tað vil siga at hann elskar við lík. Men tað er ikki bara ein og hvør hann kann elska. Hann hevur stríðst í nogv ár við hesum og veit ikki hvat hann skal gera við seg sjálvan. Tað hjálpur ikki at hansara starv er gravarhjálpari ( bedemand) í fyritøkuni, sum familjan hevur rikið í nógv ár. Fyritøkan liggur niðast í bygninginum og tvær íbúður eru uppiyvir henni. Tað er har at Christiansen familjan hevur búð í nógv ár og har hvar søgunar um tey øll ganga fyri seg.

Nicolas sigur frá um sína familju, Christiansen og teirra søgu sum byrjar frá tá ið tiptipoldur abbi sín kom til eina oyggj í Kyrrahavinum…

Her koma spoilers til bókina. Um tú vilt lesa hana, so gevst her.

Christian I

Í byrjani av 1800 tallinum, er Christian, sum er tiptiptipoldurpápi Nicolas,umborð á einum skipið, sum søkkur í  Kyrrahavinum. Hann megnar at bjarga sær á land á oynni Tikopia. Á lítlu oynni hava høvdingar gjørt av, at bert 990 fólk kunnu liva har. Tí hetta var akkurát tað talið, har øll fingu mat nokk. Christian I er so heppin, hann sleppur at blíva búgvandi. Men reglarnir eru strengar. Man kann ikki fáa børn inntil ein annar á oynni doyr og um man fær børn uttan loyvið so má tað doyggja. Tað er høvdingurin sum velur tað parið, sum skal hava eitt barn.  Íbúgvarinir á oynni vóru ikki bangin fyri at doyggja og nøkur gjørdu sjálvmorð, so hini kundu liva. 

Christian I heldur at Guð hevur bjarga honum og tí er hann blivin trúgvandi aftur. Hann blivur forelskaður í gentuni Konkylie og tey blíva par. Men hann tekur synd í pinkubørninum sum blíva dripin av foreldrinum, tí tað er ikki pláss fyri teimun á oynni. Hann ger av at biðja yvir teirra grøvum. Skjótt kemur Konkylie eisini at hjálpa honum og øll á oynni halda at tey bædi drepa pinkubørnini. Tað noktar Christian at gera, men so kemur hann til tað niðurstøðu, at tað er best at børnini doyggja í Guðs navni og av kærleika. So hann og Konkylie gera tað saman, og er harvið tann fyrsti gravarahjalpari í familjuni. Enduliga fáa tey eitt barn og tað er Christian 2. Hann hjalpur foreldrinum við teirra “ starvið” og lærir at deyðin er ein partur av lívinum. Men nøkur ár seinni blívur Konkylia aftur við barn, uttan at fingi loyvið. Antin hon ella barnið skulu doyggja. Hon eigur eina dóttur og  uttan at foreldruni vita av, rýmur 10 ára gamli Christian 2 av oynni í einum lítlum báti, so mamman og lítla systurin kunnu yvirliva.


Christian 2

Christian rýmur av oynni og blívur seinni funnin og hálaður umborð á eitt skip. Hann er akkurát blivin 11 ár, tá ið skipið leggur at í Rotterdam. Har kemur hann til eina matstovu, og har fær hann eitt starv at vaska upp. Har kemur hann at kenna gentuna Femke, sum eisini arbeidir har. Tey blíva góðir vinir og seinni forelska tey bæði seg. Nøkur ár ganga og av tilvild møtir Christian nakrar danir, og hann megnar at tosa við teir.  Teir lova honum og Femke við umborð teirra skip til Keypmannahavn. Fyri fyrstu fer sær Christian hvar pápi sín er frá. Men tad er eisini her at hann sær hvussu danir taka sær av teimun deyðu. Alt tað sum hann hevur lært frá foreldrinum á Trikopia, ger hann í nýggja heiminum. Hann hevur lært av pápa sínum at jarða tey deyðu við kærleika og virðing og við at brúka sínar royndir og bønir frá oynni, byrjar hann at biðja fyri teimun deyðu á kirkjugarðinum. 

Skjott gongur slatur um at hesin myrki merkiligi drongurin dugur at fáa teimun deyðu at gevast at ganga aftur. Fólk eru so bangin um at tey deyðu skulu ganga aftur at tey gera alt hvat tey kunnu, fyri at forvirra sálina hjá tí deyða. Christian 2 blívur byrdemand, tað er ein sum vitjar vinir og kenningar hjá tí deyða bjóðar teimun til jarðarferðina. Hann lurtar nógv eftir yvirtrúgvum og so finnur hann uppá ráð( og finnur uppá meira yvirtrúgv) og so kann hann eisini lesa varslur. Árini ganga og hann blívur nógv umbiðin og forvinnur nógvar pengar. Hann og Femke fáá tvillingar Christian 3 og Liliane. Men tá ið tvillingarnir eru tvey ár blíva tey sjúk av kolera, og Liliane doyr. Navni Liliane kemur at ganga aftur í familjuni í nógv ár.


Christian 3

Hann var ov lítil til at minnast systur sína og foreldruni tosa ikki um hana, so hann veit ikki av at hann hevur havt eina tvillingasystur og følur allatíðinar at okkurt manglar. Hann vísur ikki kenslur og er altíð kaldur, men hann spælur ofta við eld. Hann trúr ikki uppá alt tað sum papi sín ger, men ger sum hann blívur biðin. Beint tá er gravgangur um pláss á kirkjugarðinum og alt er fult. Eisini vísur tað seg, at dálking og restir av líkum fer í grundvatni og ger fólk sjúk. Christian 3 heldur at man heldur skuldi brent líkini, so tað er meira pláss og minni dálking. Hann og pápin eru ósamdir um hvussu tey deyðu skulu jarðast, og um yvirtrúgvina sum pápin fylgjur ( og hevur funni uppá) . Hann møtir Lauru, tá tvíburðarbróður hennara doyr. Bæði føla at tey eru bara hálv og okkurt manglar í teirra lívið og seinni giftas tey og fáa Christian 4 í 1879. Í 1886 er hann tann fyrsti at brenna eitt fólk í einum kreamatorium í Norðanlondum. Enntá ta er forboði, megnar hann at gera tað í loyndum. Hann er ein av teimun fáu í familjuni, sum er heilt vanligur, tó hansara hugsanir um at kremera fólk, øsir fólk


Christian 4

Hann kann síggja og práta við tey deyðu.  Fólk ræðast  hendan drongin við tí merkiligu eygunum og tí friðaliga sinnalag. Foreldruni erustúrin, tí sum smádrongur tosar hann við onkran, sum hann ikki sá. Selv om Christian 4  ikki sá deyðan um ein trupuleika. Hann hevur ongar vinir, tí øll halda hann verða ov merkiligan. Men so møtir hann Jacob, var ein ungur maður, sum doyði fyri næstan hundrað árum síðani. Jacob hjálpir honum við øðrum andum. Kundanir sum komu til pápa, spyrja  eftir soninum, tí tey hava hoyrt at hann kann tosa við andanar.  Tá ið hann er 20 ár, møtir hann javngomlu Elise. Tey forelska seg, men har  ar ein trupuleiki. Elisa er deyð og er tó ein andi. Tey bæði vilja verða saman, men Christian kann ikki nema hana. Men so kemur Jacob við einum hugskoti. Hann hevði møtt einari kvinnu, sum eisini kann síggja hann. Hon eitur Petra og er ein eldri skøkja. Jacob hevði í nógv ár stríðst við at fara í song við kvinnur, allíkavæl hann var deyður. Men hann hevur megna at fáa sina sál inn í nakrar menn í nøkur sekund tá ið teir vóru í song við einari kvinnu. Men Jacob er frustreraður av hvussu stutt hann er í. So hansara hugskot er, at Christian og Petra skulu fara í song saman og so skuldu Jacob og Elise taka yvir. Tað gekk gott, men so blívur Petra við barn og hon og Christan giftast. Foreldur hansara blíva púra bilsin av at hann vil verða við einari gomlu skøkju, sum luktar, bannar illa og drekkur. Men saman við henni, kann Christian 4 fara í song saman við Elise.  Petra eigur tvíburðar, men doyr í barsilssongini við tvillingadótturini Liliane, meðan sonurin Christian livur. Aftaná hennara deyða, hevur Christian enn samband við Elise og dóttrina Liliane, sum tó hon er deyð, kann enn veksa inntil hon er seks ár ( hví vita tey ikki). Hon elskar at blása á kertilljos, so tey sløkna. Christian leggur ikki í tey livandu fólkini og brúka alla sína tíð saman við Elise og Liliane. Hann hevur eina frástøðu til lívið og leggur ikki til merkis til tey livandi.


Christian 5

Tíanverri fyri foreldruni, sær hann ikki andar sum pápin. Hann hevur OCD og skal hava ordan, alt skal standa á rætta pláss, tøl skulu ganga upp, og alt skal mátast. Christian hevur so nágreinaligar útrokna hvønn tann einasta dag, líka til minuttin, men hann skilur ikki fólk so væl.  Unga kvinnan Åse hevur áhuga í andum, ( og nasistinum) og hon hoyrir frá einum okkult bólki, at gravarahjálparin Christiansen tosar við tey deyðu.

 “Grunden til, at det lykkedes Åse at hive ham i land som noget, der mest af alt mindede om en død torsk, var hans forvirring over, hvad det var, hun forventede af ham. “ 

Hon er so errin at fáa Christian at ganga saman við sær, at hon í fyrstani ikki varnast, at tað er tann skeivi Christian. Christian 5 hevur ongan áhuga í andum og at tala við tey deyðu, og veit ikki at mamma sín og systur sín royna at fáa samband við hann. Hann veit ikki heilt hvat Åse ætlar við honum. Men hon heldur at hann má hava okkurt spirituelt yvir sær. So tey giftast og Åse roynir at finna út av, hvat fyri samband hann hevur við andanar. Tað vísur seg at hann hevur absolut einki samband við tey, og hevur ikki rættiliga fanga, hvat tað er sum Åse ger, tá ið hon granskar hann í loyndum. Christian og Åse hava einki til felags og hava ikki tað stóra at tosa um. Åse vil fegin hava eitt barn men:

“Desværre fik Åse ikke sit ønske om et barn opfyldt med det samme. For Christian 5 fik den tanke, at han kun ville elske på de lige dage i de lige uger. Han insisterede ennda på at være afholdende hele det ulige år 1943. “

Tá ið tey enduliga blíva foreldur, blívur Åse sera skuffa, tí dótturin hevur myrkari húð og hon heldur í fyrstani at hon hevur fingið tað skeiva barnið frá sjúkrahúsinum. Men Lone Helle hevur bara arva myrka, hári, eyguni og húðuna frá langommu síni á Trikopia. Ein dagin fær Åse nokk av øllum og pakkar síni ting og fer.


Lone Helle

Lone Helle argar pápa sín, við at gera alt skeivt. Hon skrivar við vilja skeivt í rokniuppgavum, flytur alt eitt liti sindur skeivt, so pápin ma rætta tað og so lurtar hon ikki eftir honum. Pápin roynir at hava húshjálpir, men hansara OCD og at Lone Helle mótarbeiðir øllum og  er treiski og óargalig, ger tað trupult at hava nakran í langa tíð. Inntil Helga kemur at arbeiða fyri teimun. Hon hevur mist dóttur sína, og tekur ímóti  Lone Helle og hjalpur henni at blíva ein betri menniskja. Hon dugur væl við henni og fær hana at lurta eftir sær. Lone Helle elskar hana sum eina mammu. Helga sleppur at búgva í íbúðuni við síðunar av  og tær lata sum um tær eru móðir og dóttur. Tær elska at lurta eftir sangbólkinum Nina og Fredrik, og Lone Helle ger av at hon frá nú av skal eita Nina. ( seinni  skiftur hon navn til Nana, tí hon blívur bergtikin av einari sangkvinnu, sum ætt Nana Mouskouri). Pápan sær hon ikki nógv til og tað er í ordan hjá teimun báðum. Helga hevur ein eldri son, Ove, sum siglur úti í heiminum, og er ongantíð heima. Men tá ið hann fyri fyrstu fer kemur at vitja, er hann og Helga í einari ferðsluvanlukku, har hon doyr og hann rýmur. Nina fer púra í knús, tá ið hon doyr og sorgin er so stór.  Fleiri mánaðir seinni sleppur hon at arbeiða í fyritøkuni. Nina veit at hon er samkynd, men veit at pápi sin er sera traditionellur og vil ikki broyta sínar hugsanir, líka sum hann ikki vil broyta sínar vanir. Hann heldur ikki at hon er góð nokk og eisini tí at hon er ein genta og vil tí ikki lata fyritøkuna til hana. Nøkur ár seinni kemur Ove aftur til Keypmannahavn og vitjar hana. Ímeðan hon grætur um fosturmammu sína, sum hon saknar so nógv, so tekur Ove hana við í song og áðrenn hon kemur fyri seg, hevur hann gjørt hana við barn og rýmur. Bilsin og eitt sindur í ørviti møtir hon Emily beint aftaná hendingina og tær blíva par. Men tá ið tær varnast at hon er við barn, mugu tær finna uppá eina ætlan, tí pápin veit ikki av at tær eru saman og hann hevði verdi í øðini um hann fann út av tí. Tær snýta Ejvind, sum er menningatarnaður og hjálpur at rudda uttan fyri fyritøkuni, at giftast við Ninu, so at hon ikki blívur arbeiðsleys, og flyta hann inn til Christian at búgva. Men pápi hennara finnur sjálvandi út av sannleikanum tann dagin hann letur fyritøkuna til hana og Ejvind og síðani hava tey ikki tosa saman.


Nicolas

Hann er einkjumaður og hevur 12 ára tvillingar, Christian og Liliane. Men tey bæði eru sera ring at ansa eftir og hann er einsamallur. Liliane kann øsa seg og gera skaða á seg sjálva og tey rundan um seg og Christian  er friðaligur, men nú hevur Nicolas varnast hví øll teirra kelidjór hvørva ella doyggja. 

“Det er ikke meget godt at sige om deres måde at være i verden på, men i det mindste har de i mange ár sørget for, at jeg ikke har haft overskud til at give efter for mine drifter.”

Nicolas er fyrisitari í fyritøkuni, og hevur starvsfólk, sum taka sær av teimun deyðu. Hetta ger hann so hann ikki blívur freistaður. Men tíanverri fyri honum, fær hann boð um at ein ókend kvinna er deyð og má jarðast. Nicolas blívur beinanvegin forelskaður í henni og er sera kerligur og varligur við hana. Hann kallar hana fyri Marianne, og elskar við henni í kølirúminum í fyritøkuni, so ofta sum hann megnar. Men tíanverri skal hon skjótt brennast, so hann má finna uppá ráð at hava hana hjá sær og ansa eftir at hon ikki rotnar.

Hver af os i slægten har haft noget at slås med. At elske de døde for højt og forkert blev min lod.

Samstundis skal hann taka sær av sínum børnum, sum eru so ómøgulig og hava onkra atburðar trupuleika. Tey bæði eru sum sagt 12 ár, og hava so stórar trupuleikar at ongin lækni, sálarfrøðingur ella hjálparveitari kunnu hjálpa teimun. Tey hava verði blaka út úr fleiri serskúlum og Nicolas er tann einasti sum tekur sær av teimun. Hann hevur verði troyttur í nógv ár og hevur gjørt sítt besta, men tað er ongantíð nokk. Verbróður sín Bjørn, er djórðalækni og drekkur alt ov nógv. Hann doyvdi børnini í loyndum, tá ið hann ansaði eftir teimun. Nicolas fann út av tí og blakaði hann út. Men seinni kom hann fram til at tað var tað einasta hann kann gera, fyri at børnini kunnu sissast og so hann kann verða meira saman við Marian. Hann hevur ikki eitt gott samband við mammu sína, men Tante Em, hevur ansa og elska hann í nógv ár og er sum ein røtt mamma. Hon roynir sítt besta at lata hann hava ein vanligan barndóm, men tá ið familjan tekur seg av teimun deydu, mamma hansara er merkilig og hann hevur ongantíð verði vældámdur, hjálpur tað ikki nógv. Familjan hevur í sera nógv ár átt bygningin, har fyritøkan er í. Fyritøkan liggur niðast og tvær íbúður eru uppiyvir henni. Tá ið Nicolas var smádrongur, búði hann, mamman og Tante Em í einari og Í íbúðuni við sínunar av búði abbi hansara, Christian og eisini pápi sín, Ejvind, sum er menningatarnaður.

Nú býr hann í íbúðuni hjá abbanum við børninum. Christian og Liliane eru púra svøk og blíva verri, jú eldri tey blíva og Nicolas er í dýrastu neyð. Tá ið hann varnast hvat tey bæði gera, tá ið hann ikki hyggur, blívur hann so forfardur, at hann kann bara finna uppá eina loysn fyri tey, og tað merkir at Christiansen familjan endar við teimun. Hvat hann ger, skal eg ikki siga, men hann finnur eina loysn, sum kann hjálpa øllum, og so hevur hann ætlanir við Marian, sum hann ikki vil sleppa av við.

Bókin er ikki bara um Christiansen familjuna, men eisini um deyðan og hvussu fólk blivur jarðaði tá. Rithøvundurin Maren Uthaug hevur granska sera væl umhvørvið, mentan, tíðarskeiði og siðurnar í Danmark og hvussu fólk tóku sær av teimun deyðu og hvussu tey blivu jarðaði. Tað er sera áhugavert at lesa um hví tann deyði skal liggja í stovuni í átta dagar. Familjunar hava hugsa so mikið fram, at tey longu hava kistur goymdar uppi á loftinum.  Vindeyga skal verða eitt sindur opið so sálin kann fara út, børn skullu mussa tann deyða, spegluni skulu dekkast, myntur skullu leggjast á eyguni. Um familjan eru bangin fyri at tann deyði fer at ganga aftur, binda tey tærnar saman, bera hann útt gjøgnum køkshurðuna, ganga ein annan veg til kirkjunaleggja hørfrø á grøvina. 

Men tað er ikki alt. Hvar tann deydi skal jarðast er eisini týdningarmikið. Tað besta plássi at jarðast er beint við síðunar av kirkjuni. “ Hvis regnvandet fra kirkens tag dryppede ned på dig, kunne du ikke været placeret bedre.”  Norðast er vánaligast, tí har blivur tey fáttakastu, hedninger og óerligu jarðaði,  í meðan sólventur síðurnar í eystur, vestur og suður er í ordan. 

Maren Uthaug dugur sera væl at skrivað og lýsur við myrkum skemti og “ et glimt i øjet” hesa merkuliga familjuna og støðuna tey stríðast í. Evnini um samkensludráp, sálarligasjúku og nekrofili, eru sera hørð at lesa um, men hon ger tað so lætt og í bókini næstan okkurt sum man so spakuliga kemur at góðtaka. 

Hon dugur sera væl at orða seg, sum tá ið Tann Spanska sjúkan rakar Danmark. “

Det var især de unge, den havde en forkærlighed for. De ældre blev enten ikke smittet eller eller overlevede, som var det ikke interessant for døden  at byde nogen op til dans, som alligevel ville banke på dens dør om kort tid.”  Og 

“Det var ikke andet at gøre end at lægge sig ned og vente på, at livet og døden blev færdige med at forhandle”

Bøkurnar sum hon hevur skrivað, hava altíð havt eitt skelkandi evni ella hending, og hetta er so sanniliga okkurt man ikki hevur lisið fyrr. Hinar báðar bøkurnar Og sådan blev det og Hvor de er fugle hava eisini myrk evnir, men akkurát hendan bókin er tann mest vemmiligasta, men eisini tann mest áhugaverd og ógloymandi, eg havi lisið og eg dámdi hana sera væl. Hon er ikki fyri gamlar konur at lesa, og ver enn so øll fara at dáma hana. Men av tí at eg dámi so væl alt sum er óhugiligt og ørvísi, so er hon akkurát ein sovori, sum eg dámi.

Eg gevi hana 4 1/2 av 6 stjørnum


Kommentarer

Populære opslag