Hetta skalt tú vita, um bókasøvn

 Eg møti ofta fólk, sum ikki vita av, hvussu nógvar møguleikar eru í einum bókasavni ella hvat man ger, tá ið man kemur inn. Summi halda at eitt bókasavn er bert fyri bøkur, ella at man ikki kann larma. Men eg vil  vísa her mínar meinigar og hvussu vit gera á Bókasavninum við Løkin.


Vit leggja einki í, hvat tú lesur. Bara tú lesur

Fólk sum koma á bókasavnið eru onkuntíð bangin fyri hvat onnur halda um tað, sum tey lesa. Men vit her á bókasavninum eru líkaglað, ja vit vilja enntá viðmæla aðrar bøkur, sum eru í tí evninum sum tú lesur í.

Vit døma ongan og vit hava tagdnarskyldu. Vit hava eisini sæð alt møguligt, og vit leggja einki í.

Heilt erligt, so eru vit so líkaglað, at vit blunkað ikki eingongd, tá ið tú teksandi spyrt um vit eiga eina bók, sum tú vilt lesa. 

Bókasøvn eru til øll og fyri hvønn tørv. Eiga vit ikki bókina, so bestilla vit hana ella keypa hana fyri teg. Og um tú er ov smæðin við at lana eina bók, so minst til, at starvsfólkini helst hava lisið hana sjálvi, og hava valt at keypa hana til bókasavnið.

Vit eru her fyri at hjálpa.


Tak tær bara góða tíð.

Tú torir kanska ikki at brúka ov nógva tíð á bókasavninum. Tú fert inn, hyggur eina løtu, men so heldur tú, at tú hevur verði ov longi. Hvat munnu starvsfólkini halda? Ella hini fólkini? So tú tekur onkra tilvildarliga bók, og lænir hana. Hetta er ikki so snilt, tí man má hugsa seg um, tá ið man velur sær eina bók. 

Vit eru líkaglað hvussu longi, tú ert í bókasavninum. Tak tær bara góða tíð. Vit eru eisini her fyri at hjálpa. Vit hava bæði kaffi, te, vatn og okkurt søtt aftur við, so tú kanst seta teg niður og bestemma teg og taka so longi tær lystur. Vit hava eisini bløð, sum tú kanst hyggja í ella lána. Eg havi varnast at fólk koma inn, og fara avstað aftaná 5 - 10 minuttir, ikki tí at tey hava skund, men tí tey vilja ikki verða til fortreð fyri okkum starvsfólk. Vit eru her fyri at hjálpa tær. 


 Bókasøvn behøvast ikki at verða friðalig

Í gomlu døgum skuldu børnini síggjast og ikki hoyrast. Nú behøvast bókasøvn ikki at verða kvirr og børn behøvast ikki at verða friðalig. Ja, vit siga við tey, at tey behøvast ikki at verð friðalig í bókasavnum. Eitt bókasavn er eitt fríðstað, har bædi børn og vaksin kunnu hugna sær og forvitnast.

Í Bókasavninum við Løkin hava vit leikutoy og søguløtu og vit vilja fegin hava at børnini føla seg heima í bókasavninum og føla seg so miki væl, at tey vilja koma aftur.

Ikki øll bókasøvn eru líka sum Bókasavnið við Løkin, men í nógv ár eru bókasøvnini soleiðis hugsað at børnini sleppa at spæla og hugna sær og hetta hevur við sær at meira foreldur koma í bókasavn við børninum. Á Býarbókasavninum í Havn sleppur man at lána leikutoy við heim, og á Bókasavninum við Løkin hava vit søguløtur aðru hvørja viku, søguløtur á Youtube, leikutoy av kendum barnabókum og nógv pláss at spæla í. Á okkara søguløtum eru altíð nógv børn, sum sita og lurta og aftaná renna tey runt og spæla og tað sleppa tey gott. Vit vilja vísa børninum, at tey kunnu larma og spæla og kenna bókasavnið, og tey kunnu hava tað stuttligt her.


 Tær nýtist ikki at hava ringa samvitsku við at lata bøkur inn.

Hoyr, eg skilji tað gott. Tú hevur gloymt at tú hevur lánt eina ella tvær bøkur og nú hevur tú gloymt tíðina burtur. Ella tú hevur lánt barnabøkur og hevur av óvart blanda tær saman við tínu egnu bøkur. Tú vilt kanska líka lesa bókina liðna og tíðarfreistin er farin ella hevur tú bæði hús og børn at taka tær av og tú hevur bara simpelten gloymt tað. Tað er í ordan

Hetta hendir og tað bilar einki. Á bókasavinum sum eg arbeiði í, leggja vit ikki so nógv í, um bøkurar eru ov seinar inn av misgóvum. Tað er ymiskt frá bókasavni til bókasavn. Onnur bókasøvn eru strengari, men vit eru so avslappað og nei, vit geva ikki bót. 

Um onkur spyr eftir einari bók, sum tú hevur lánt og hevur ikki lati inn aftur, so ringja vit og spyrja um tú ert liðgur við hana og um tú kanst komi aftur við henni. Vit døma teg ikki, og vit irriterast ikki inn á teg.

Tú behøvist ikki at koma brestandi inn og siga “ Umskylda eg komi ov seint við bókini” fleiri ferðir. 

Bara so leingi vit fáa bókina aftur, so gongur tað og vit kunnu saktans forleingja bókina ( um hon ikki er reservera til onkran annan áðrenn)

Um tú hevur mist hana og ikki bókin ikki kemur afturí aftur, finna vit eina loysn, við at tú kanst gjalda fyri  tað, sum tað kosta at keypa eina nýggja til savnið. 

Ofta koma fyrrverandi næmingar við einum posa av gomlum skúlabókum, sum tey hava funnið á loftinum, sum tey høvdu gloymt at latið inn ella at tey høvdu mist eina bók og finna hana ikki. 


Leitanin eftir einari bók

Næstan øll bokasøvn í Føroyum brúka tí somu leitiskipanina. Uttan Býarbókasavnið í Havn, sum brúkar eina aðra skipan. Um tú leitar eftir einari bók, so kann man leita á heimasíðuni hjá bókasøvninum. Man kann brúka lánarakortið at logga inn. Men um tú ikki sleppur inn, so kanst tú ringja til okkum, so kunnu vit hjálpa tær.

Á heimasíðuni hjá Bókasavninum við Løkin, kann man fara inn á lokin.fo og leita eftir einari bók hjá okkum ella um onnur bókasøvn um møguliga eiga hana.

Um tú ikki finnur bókina, so kundi tú roynt at spurt okkum. Vit duga heilt vist at finna hana  ( og um tú ikki minnist hvønn hevur skriva hana ella hvussu hon eitur, so googla vit okkum fram til bókina).

Um hetta enn ikki riggar, so kundi man spurt Landsbókasavnið.

Landsbókasavnið hevur samband við onnur bókasøvn í øðrum norðurlondum og tað er ein størri tjansur at finna hana har. Um bókin ikki finnst har, so er einki meira at gera, enn at leita um hon finst sum ebók ella um onkur eigur hana ella leita á rótikassanum.

Nógvar gamlar bøkur blíva ruddaðar út, tí ongin lesur tær longur. Vit keypa allar føroyskar bøkrunar sum koma út, men nakrar av teimun sera eldru bókunum eiga vit ikki. 

Landsbókasavnið samlar altíð allar tær føroysku bókmentinar so sum bøkur og bløðini sum eru komnar út.

Í 2016 blivu øll føroysku bløðini ( fram til um. 2003) talgild og løgd á alnetið, har almenningin kunnu lesa tey. Heimasíðan eitur tidarrit.fo og har kanst tú leita og finna gomul tíðarrit, sum kunnu brúkast til ritgerðir, ella um tú vilt prenta út einar mynd ella blaðgrein, sum tú ella onkur í familjuni vóru í.


Ikki bara bøkur

Eitt bókasavn hevur ikki bara bøkur. Vit hava eisini spennandi tiltøk, fyrilestrar og konsertir 

Eitt sum er sera vældámt beint nú, er ljóðbøkur. Summi vaksin og børn hava ringt við at hugsavna seg, tá ið tey lesa, men so er tað eisini gott at vit hava ljóðbøkur. Fleiri og fleiri velja sær ljóðbøkur at lurta eftir meðan tey koyra ella binda, og tað er eisini sera gott at tey gera tað. Sumi hava ringt við at lesa og velja so bædi bókina og ljóðbøkina og á tann hátt kunnu tey lesa við. Fleiri vaksin velja ljóðbøkur til børnini, so tey sleppa frá at lesa teimun góða nátt søgur ella lurta bæði foreldur og børn eftir teimun saman.  

Eisini kann man taka niður bøkur og lesa tær á ipaddinum ella á telefonini. Men hetta er ikki klárt enn at brúka. Sum er, er tað bert Býarbokasavnið í Havn, sum hevur atgongd til e-reolen við ljóðbókum og Filmstriben við filmun. Men tey vilja fegin hjálpa at geva tær atgongd ígjøgnum tey. Vit kunnu hjálpa tær at fáa appina niður  og at fáa samband við Býarbókasavnið. 

Eisini hava vit lisið inn søguløtir inn á Youtube, og nú hava vit lisið inn 31 søguløtur. 

Á Bókasavninum hava vit livestreym ella fyrilestrar, oftast innan gransking, skiftandi inni í Løkshøll sum er bert beint við síðunar av, ella á bókasavninum. Hesi eru ókeypis og nógv fólk koma at forvitnast í tað nýggjasta í gransking. Hesi tiltøkini eru sera spennandi og áhugaverd og vit hava sum oftast menn, men eisini nakrar kvinnur sum koma at lurta.

Eisini hava vit Summartónar, har tónlistafólk fara á ferð í Føroyum og spæla konsertir. Á Bókasavninum hava vit sum ofta tvær ella tríggjar konsertir um summari. Og á veturin hava vit sambinding, har útlendingar kunnu koma á bokasavnið at binda ( ella man behøvist ikki at hava stokkar við) og møta og práta við aðrar útlendinga og føroyingar.

Vit hava eisini ein lesiring, saman við Tofta bókasavn, har vit møtast hvønn mánað og lesa bøkur og tosa um tær. Hetta er eitt vældámdt tiltak, sum fleiri av okkara lesarum eru við, hava verði í lesiringinum í nogv ár

Er eitt bókasavn nakran mun? Ja tað haldi eg bestemt at tað ger. Eitt bókasavn er ikki bert eitt bókasavn, men ein almennur stovnur, sum kann hjálpa, savna og menna fólki, við tiltøkum, fyrilestrum og samkomstum.

Eg vil takka stjóran hjá mær, fyri at rættlisið hetta og hennara input og rættingar. Alt hetta eru mínir tankar  og hugskot og um nakrir stavivillur eru í, ella nakað er skeivt upplýst, so er tað mín egna skyld. 

Kommentarer

Populære opslag