Flóttafólk og forfylging

 



Den sorte bog om superhelte

Hvussu longi kann man liva við at blíva forfylgd, tí man er ørvísi enn onnur? Hvussu langt vil man fara fyri at føla seg trygd aftur og hvussu nógv fer tað at kosta?

Ein maður tekur sína gomlu teknibók fram og minnist aftur til tíðuna, tá ið hann og familjan vóru noydd til at flýggja. Hann sær tekningarnar og minnist ræðsluna, sorgina og pínuna av ferðuni, sum tey vóru noydd til at taka og alt sum tey mistu.

Sum sjey ára gamal varnast hann at møblar og onnur ting hvørvu í heiminum, og foreldruni vóru kedd og strongd. Hann veit at hansara lív, hongur í einum tunnum tráði, men hann vil ikki konfronterast við hetta beint nú og tað einasta sum hann leggur í, er at tekna og um hann hevði nokk pappír. Tá ið mamman er kedd, teknar hann hana sum eina superhetju. Hvorjafer okkurt nívur hann, ella ger hann keddan ella bangnan, so fantaserar hann ella teknar hann superhetjur, sum hjálpa honum ella familjuni. 

Drongurin, býr saman við foreldru sínum og eldri systruni sum er 14 ár og eldri beiggjnum, sum er 15 ár, í einum landi, har tey blíva forfylgd. Tey eru noydd til at selja nógv av teirra innibúgvi og sleppa ikki í skúla ella til arbeiðis. Og ofta hava tey ongan mat. Og fólk gera herverk á teirra hús. Onnur hús í grannalagnum eru brend niður, tey kunnu hoyra róp og skot nær við. Drongurin elskar at tekna, og dagin áðrenn familjan ætla at rýma, gevur pápi hansara honum eina svarta og reyða bók ( líkasum hendan bókin) og pennahús. Pápi hansara sigur “ Du må ikke glemme at tegne. Du må ikke glemme din fantasi.”

Onnur fólk hava rýmt, og tey er “ ikki til longur” veit drongur. Hann fær at vita frá pápanum at tey fara at rýma og hann má pakka eina tasku við sínum tingum í. Hann koyrir sína bamsu, yndisblusu, eina medalju, og teknibókina í taskuna. Tíðliga morgunin eftir fer familjan í ein bil, sum ein óhugnaligur maður, sum skal koyra tey til eitt loyniligt stað. Har skulu tey ganga eitt líti sindur og koma til eitt steðgipláss, har tey skulu í ein tangabil, saman við øðrum flóttafólki. Túrurin fer at taka 10 tímar, og lukturin av bensini ger øll ussalig.

Í tangavogninum sita nógv fólk, eitt eldri par, ein maður og dáttur hansara, eitt ungt par við einum pinkubarnið. Tangabilurin blívur steðgaður, og bilførarin blívur kannaður. Eina løtu seinni blívur ein royk bumba blívur kasta niður í tangan, fyri at vita um flóttafólk krógva seg har. Tey øll ansa eftir at eingin ger eitt ljóð. Pápin at pinkubarninum kemur av óvart at kvæla barni hjá sær, men tangabilurin kann ikki steðga og tey máa koyra víðari og ikki geva ljóð frá sær.

Aftaná nakrar tímar eru tey komin yvirum markið. Men grannalondini eru heldur ikki glað fyri teimun, so tey skulu eisini ansa sær her. Bilførarin settur tey øll av her og øll fara til hvør sítt, og drongurin og familjan bíða eftir einum at koyra seg. Ein maður í einum vørubili kemur og koyrir tey, eitt fitt petti. Drongurin og familjan sita aftanfyri í vørubilinum og túrurin er ikki tespiligur.

Tá ið maðurin í vørubilinum settur tey av og tey skulu ganga restina av vegnum, er eldrið beiggjin so illa fyri, at tey noyast at steðga. Tey finna ein skúr, sum tey krógva seg í. Ein eldrið maður, kemur knappuliga inn, men hann er tíbetur vinarligur og lovar teimun at yvirnátta í skúrinum hjá sær, so beiggin kann koma fyri seg. Næsta morgunin fer familjan av stað til gongur. Fleiri tímar seinni koma tey til tað næsta marki, men tvey vaktartorn er beint við. Familjan má renna ímillum tey, fyri at koma inn um. Beint tá ið tey eru komin hálvaleið tendrast ein alarmur og menn í grønum hermannaklæðum koyra í einum jeepi eftir teimun. Drongurin og systur sín megna at renna inn í skógvin, men eldrið beiggin dettur og beint tá ið hermenninir skulu skjóta hann, lupur mamman fyri og blívur skotin. Tey kunnu ikki steðga og pápin fær tey øll til at renna víðari. Tá ið tey eru nóg langt vekk, kunnu tey enduliga syrgja mammuna. Eldrið bróðurin hevur tað slett ikki gott við at mamman offraði seg og drongurin 

Nakrar tímar seinni stegða tey á og hvíla seg. Tað er her at tey skulu bída eftir einum persóni, sum skal koyra tey víðari. Ein kvinna, sum dugur at tosa teirra mál, og er sera vinarlig, og sum drongurin kallar kríggjálvan, kemur og koyrir tey. Í fleiri tímar koyrir hon tey til eina bygd við Miðjarahavið. Har skulu tey krógva seg í einum gistingrhúsið, ímeðan tey bíða eftir at báturin er klárur. Í næstan tríggjar dagar bíða tey eftir svari um nær tey kunnu fara. Men knappliga kemur pápin rennandi inn og biður tey taka teirra ting og renna út. Tað vísur seg, at skiparin er blivin tikin og var píndur, so at hann var noyddur at siga frá hvar flóttafólkini goymdu seg. Tey megnaðu at rýma í síðstu løtu. Nú noyist pápin at finna ein annan bát, sum kann siglað tey yvirum. Pápin kemur aftur við einum manni, sum kann hjálpa teimun. Hann koyrir tey til bygning, har hann læsir tey inni saman við øðrum flóttafólkum. Í fleiri dagar bíða tey og berjast um matin. Ein dagin kemur maðurin og sigur at tey skulu øll við einum báti, men nú er ov nógv fólk, so kvinnunar skulu fara við einum skipi. Pápin vil ikki at systrurin skal fara frá teimun, og hann blívur sligin niður og systurin blívur tvungin avstað. Nakrir dagar seinni sleppa øll út og blíva koyrd til havnuna. Har møta tey fleiri kvinnur, sum blivu tiknar saman við systruni. Men pápin og eldrið bróðurin blíva líkbleikir, tá ið teir hoyra, hvat er hent við teimun ungu gentinum. Drongurin veit ikki hvat er hent og fær bara at vita at hon er farin við einum øðrum skipi. Teir skulu við einum skipi, sum er longu ov fult og alt ov gamalt. Tað er ov vandamikið at sigla í hesum skipinum, men sleppa teir yvirum Miðjarahavið, so eru teir fríðir.

Tey sigla í fleiri dagar og undir alt ov trongum korum. Alt ov nógv fólk eru umborð. Men ein dagin rýma bæði maðurin og skiparin av skipinum og á ein speddara bát, sum er komin eftir teimun og rýma. Tað er tá at flóttafólkini varnast, at nú eru tey púra einsamøll. Flóttafólkini arbeiða so nógv, sum tey eru mett, men skipið søkkur. Pápin finnur ein lem til drongin og eldri beiggjan, so teir kunnu uppi úr sjógnum, men ein hysteriskur maður, sum eisini var umborð skipinum, roynir at hála lemmin til sín, og skuppar drongin og eldri beiggjan av. Pápin noyist at berjast við mannin og fáa hann vekk frá teimun, men aftaná eina løtu enda báðir menninir undir vatnskorpuni og pápin kemur ikki uppaftur. Nú eru báðir dreinginir foreldraleysir og einsamallir á Miðjarahavinum. Ein dag seinni kemur eitt fiskiskip fram á teir og onnur flóttafólk og taka tey við umborð.  Drongurin er móður av at vera bangin,  og at hann hevur mist alt, at hann leggur einki í hvat fer at henda við teimun.Tá ið tey blíva set á land, blíva øll koyrd til eina flóttafólkalegu, har tey skulu siga hvørji tey eru, hvar tey koma frá og hví tey eru flýdd. 

Tað er tá ið drongurin og bróðurin tosa við ein tolk, sum spyr hvar teir eru frá, at man varnast, hvussu lumpuslig bókin hevur verði ímóti lesarinum. Familjan er ikki rýmd frá Afrika ella Miðeystri, har nógv forfylgjan hendir ímóti fólki og hvar nógv flóttafólk koma frá. Nei familjan kemur úr Allborg úr Danmark. Og drongurin eitur Jens Peter.  Tað sum man kann lesa seg fram, er at ein nýggj politiskur flokkur hevur fingið meiriluta í 2021 og hevur bannlýst fólki,  sum ikki eru heilt rein ella eru frá familjum, sum ikki koma frá tí landinum sum tey búgva í. Onnur lond í heiminum, so sum í Norðureuropa og Kanda og USA, hava eisini gjørt eina útruddings ætlan, har bert fólk, við reinum blóði ( øll tey sum upprunaliga koma frá tí landinum) kunnu liva í friði. Drongurin og beiggjin sleppa blíva ættleiddir til eina familju í Mauritanien, einum landi, mitt í Afrika. Drongurin sum nú er ein vaksin maður, sigur so frá hvussu lívið hjá honum og beiggjanum nú er. Teir eru fríðir og hava eina góða familju sum elska teir, men tað hevur ikki altíð verði lætt og teir sakna teirra gamla heim og familju sína.

Hendan bókin tók meg á bólið, tí allatíðunar helt eg at familjan flýddi frá einum landi longri suðuri, men tað var púra umvent. Hvat um okkara lív gjørdist soleiðis og vit hvítu fólkini noyddust at rýma suður eftir tí okkara lív var í vanda?

Nógv av hesum sum rithøvundurin skrivar um og sum familjan kemur fyri, minnir meg um viðurskiftini sum jødarnir livdu í undan nasistinum og hon er sera syrgulig og óhugnalig. Nógv er eisini nútíðarviðurskiftir, tá ið flóttafólk koma í vanda ella biðja hjálp frá teimun forkertu fólkini.

Hetta er ein øgiliga spennandi, men sera syrgulig bók, um forfylgjin fyri okkurt man ikki hevur skylduna fyri, at hugsa um man sjalvur var í hesari støðuni og angst at missa sítt lív.

Bókin er til 13 ár og uppeftir og fær nógvar tankar í gongd hjá børnum og vaksnum. Aftast er eitt korm sum vísur hvar familjan byrjaði og hvar dronginir eru endaðir. Frá Danmark til í miðuna av Afrika

Kommentarer

Populære opslag