Romantiskar bøkur, sum minna nógv um Bridgerton

 Brigderton bókarøðin er blivin sera væl dámd síðani hon kom út sum sjónvarpsrøð á Netflix í 2020. 

Røðin gongur fyri seg í 1813 og fylgjur Brigderton syskinum og teirra kærleikssøgu. Syskini eita Anthony, Benedikt, Colin, Daphne, Eloise, Franciska, Gregory og Hyachint. 

Netflix røðin fylgjur bøkrunum sera væl, men tey hava eisini skriva meira drama og fleiri persónar í sjónvarpsrøðina, fyri at gera tað meira spennandi.

Eg elski at lesa romantiskar bøkur sum ganga fyri seg í 1800 talinum og er um forboðnan kærleika og eg dámi væl Netflixrøðina og havi einki ímoti tær broytinginum, sum tey hava gjørt. Men eg havi næstan ikki tol at bíða eftir næstu sesong 2, sum kemu 21 januar 2022.

Her eru tríggjar romantiskar søguligar bøkur, sum eisini eru sera góðar.


Wallflower røðin



Tann fáttaka Annabelle Peyton, Stammandi Evangeline Jenner og amerikanska systrarnar Lillian Bowman og Daisy Bowman sita altíð tilsíðis tá ið veitslur eru. Eingin vil bjóða teimun upp at dansa vegna teirra vánaliga status ella teirra feilir í tí ríka samfelagnum. Annabelle er dóttur ein heruga, men hann er nú deyður og familjan hevur ongar pengar. Evangeline stammar og Lillian og Daisy eru amerikanarar, sum ikki rættilig fylgja teimun ensku siðvenjuni. Men so gera tær eina semju. Tær skulu hjálpa hvørja aðra við at finna ríkar og sømligar menn at giftast við. Tær samarbeiða saman og velja sær onkran at giftast við og so mugu tær hála hann á land. Men teirra ætlan um at finna ein passaligan mann, eydnast ikki sum tær ætlaðu. Tær allr fella fyri monnum, sum ikki eru í teirra ætlanum.

Wallflower bókarøðin er rættiliga góð og vælskriva. Hon er skemtingarsom og lýsur væl støðuna hjá kvinnum og lívið tá í tíðuni. Men hon er eisini um at fella fyri forkertum monnum, sum eru teir røttu allíkavæl


Lunefulde løfter




Emma  Gladstone blívur blaka út úr heimi sínum og flytur til London, har hon arbeiðir sum seymikona. Hon møtir hertugan av Ashbury, sum er kom til skaða í krígnum við Waterloo og hevur ljót ar á andlitinum. Hann leitar eftir einari kvinnu at giftast við og síðani hon er tann fyrsta kvinnan sum er komin inn um hurðina hjá honum í longa tíð, so vil hann giftast við henni. Aftaná tey eru gift, møtir Emma Penelope Champion, Alexandru Mountbatton og Nicole Teague, tríggjar kvinnur sum eru rættiliga serligar og fríar men sera vinarligar.
Tær lýta á hvørja aðra og stuðla hvønn annan og leggja einki í hvat onnur siga um tær. Tær allar fella fyri monnum sum hava trupuleikar við at vísa kenslur ella ikki vildu elska nakran, men blíva yvirtalaðir av teimum, tí tær eru so nógv ørvísi enn aðrar kvinnur.
Lunefulde løfter er sera góð, væl skriva og er ein skemtingarlig bókarøð, um fýra kvinnur, sum liva rættiliga fríðar, gera tað sum tey elska og um menninar sum tær fella fyri. Bókin um Nicolu kemur út í 2024.

Letsindelige love

 

Fýra kvinnur, sum eru sera desperatar og eru noyddar til at stjæla, lúgva ella gera eina semju við onkran sum tey ikki líta uppá. Elizabeth Chudderly, Olivia Holladay, Lilah Marshall og Cathrine Everleigh eru fýra kvinnur sum eru í neyð og noyðast hvør sær at finna uppá ráð at finna eina loysn uppá teirra trupuleika. 
Hendan bókarøðin er eitt sindur meira dramatisk enn hinar. Men hon er full av forbidnum kærleika og trupuleikum sum at fella fyri einum manni, sum er vandamikil ella sum man ikki skal fella fyri.


Kommentarer

Populære opslag