Folk med angst




“ Et bankrøveri. Et gidseldrama. Et pistolskud. En trappeopgang fuld av politifolk på vej til at storme en lejlighed. Det var nemt nok at ende her, meget nemmere end man skulle tro. Alt hvad der skulle til, var en eneste rigtig, rigtig dårlig ide.”

Soleiðis byrjar bókin Folk med angst. 

Tann 29 desembur, í einum lítum býi uttan fyri Stokholm, er opið hús í einari íbúð, ovast í einum íbúðarblokki og sjey fólk eru komin at hyggja. Knappiliga kemur ein bankaránari inn og heldur teimun øllum gísla. Nakrir tímar ganga, og tá id gíslanir sleppa út, kemur løgreglan inn í íbúðini, men eingin bankaránari/ gíslatakari er inni.

Bankaránarin hevur roynt at ránt pengar frá bankanum hinumegin vegin, men tað miseydnaðist og ránarin noyðist at rýma. Av óvart kom ránarin inn í íbúðuna, ílatin einari elefantahúgvu og ein pistól í hondini og fólkini skilja beinanvegin at tey eru blivin gíslar. Men tey øll eru meira upptikin av teirra egnu trupuleikum og at skelda hvønn annan, enn av at vera gíslar.

Bankaránarin/ gíslatakarin vil ikki hava gíslar og biður tey fara. Men av tí at íbúðin er til sølu, vil eingin fara, og gíslanir gera av at vera verandi. Tey eru nógv betri til at planleggja enn gíslatakarin ( sum nú hevur givið upp og letur tey gera hvat tey vilja). Gíslanir taka synd í bankaránarinum og gera av at hjálpa.

Bankaránarin/ gíslatakarin ætlaði slett ikki at rána ein banka og so slettis ikki taka gíslar. Men nú er støðan also komin her til.

Anna-Lena og Roger eru eitt eldri par, har bæði eru farin frá vegna aldur. Nú keypa tey hús og íbúðir og byggja tær um og selja tey aftur. Men kapping er hvørja fer, tá ið eitt hús ella ein íbúð verður sett til sølu. Tí brúka tey “ beskidte triks” at fáa onnur at missa áhugan at keypa. Anna-Lena roynir at hjálpa Roger, við hansara ætlanum, men hon heldur okkurt sera loyniligt fyri honum.

Julie og Ro eru eitt samkynt par, sum skulu verða foreldur. Julie er við barn og bara skeldar Ro, sum er so positiv og hjálpsom við øll. Tey leita eftir einari íbúð, áðrenn barnið kemur, men Ro blívur við at finna feilir við øllum. Bæði eru bangin um at verða foreldur, og vita ikki heilt hvat tey skulu gera.

Zara er ein kvinna í 50 ella 60inum. ( ongin torir at spyra hana) Hon er analytikari og er stjóri í einum banka. Hon letur ongan koma ov nær við sær og er sera negativ og er sera speisk. Hon leggur einki í hvat hendir við sær og er ikki bangin. Har er okkurt í hennara fortíð sum spøkur.

Estelle er 87 ára gomul og ongin varnast at hon er har. Men hon er so fitt og vinarlig við bankaránaran/gíslatakaran og øllum hinum

Lennart… Eg kann ikki siga ov nógv um hann, uttan so at hann er ein kanin, sum skal oyðuleggja framsýningina.

Meklarin sum heldur framsýningina er har eisini, men hon goymir seg.

Og so er tað bankaránarin, sum av óvart blivin gíslatakari. Alt hetta kom til vegna, fleiri feilir og trupuleikar í lívinum. Bankaránarin er ikki ein óndur persónum, men lívið er ikki lætt og til endans noyðist bankaránarin og gera okkurt sera býtt, fyri at síggja sínar døtrar aftur.

Uttan fyri íbúðina standa løgreglumenninir Jim og Jack. Jim er ein eldri maður og eitt sindur gamalsligur og sera vinarligur. Jim er ungur og vil vísa at hann dugur er í honum. Teir eru papi og sonur, men teir hava ikki eitt gott samband við hvønn annan. Jack roynir at fáa kontakt við gíslatakaran, og Jim roynir at hjálpa, men hann er meira til fortreð enn hjálp. Jack fær at vita, at løgreglan úr Stokholmi fer at koma at taka yvir gíslatøkuna, men hann vil vísa at hann dugur og roynir at loysa sakina sjálvur. Men papi sín blandar seg allatíðunar.

Bókin er um menniskjur, sum eru tápulig, um fólk sum eru strævin, men eisini um at verða vaksin við ábyrd og at royna sítt besta, men at feila alíkavæl, um at skilja hvønn annan líkamiki um hvussu nógvur aldursmunnur er ímillum seg og umstøðurnar og at koma nærri at hvørjum øðrum. Bókin lýsur eisini trupuleikar við at vera vaksin, at gera alt rætt, men allíkavæl fer tað at misseydnast. At í loyndum taka sær av hvørjum øðrum, at elska ein, sum virkiliga kann irritera seg.

Fyri tíggju árum síðani stóð ein maður á einari brúgv. Men hetta er ikki um hann. Jú eitt pinkulíti sindur, tí hann er tráðurin, sum gongur aftur í søguni. 

Bókin er sera væl skrivað, og hon lýsur spakuliga persónarnar og hvat tey stríðast við. Eisini er hon sera stuttlig, speisk og men eisini djúp og hugvekjandi. Tá ið man lesur bókina, koma nógv óvæntað loyndarmál fram. Nógv sum man slett ikki varnaðist í fyrstani. 

Folk med angst er blivin gjørd til eina mini sending á Netflix, sum kemur út í dag 29 desembur ( sama dag, sum gíslatøkan hendir í bókini). 


Kommentarer

Populære opslag