Hvønn morgun stakk systir mín bróstini í ísakalt vatn fyri at gerast vøkur



Rithøvundurin Bjørn Sortland hevur tosa við flottafólk frá Sýria og hevur fingi inspiratión til at skrivað hesa bók, sum er um eina unga gentu sum berjist fyri at bjarga lívinum og at fáa seg og beiggja sín út úr Sýria. Men ferðin til heimsins besta land er sera vandamikil og hon møtir vandamikil fólk sum hava teirra egnu ætlan við henni, fyri at forvinna nógvan pening

Legg ikki í heiti á bókini ella permu mynduna, tí tó hetta er eitt sindur merkuligt, so er hon sera spennandi og syrgulig. Eg veit væl at perman fer at ræða tey ungu vekk og tey ikki fara at lána eina bók við einum sovornum heiti. Men gevi henni ein kjans. Don`t judge a book by it`s cover.

Mariam býr í býnum Homs í Syria, saman við foreldrinum, stórusystur síni Asil, lítla beiggjanum Luka. Foreldruni arbeiða á sjúkrahúsið og familjan er sera vestansinaði og frí.

Men uppreistur er byrjaður í Sýria og spakuliga varnast Mariam at politiska støðan er broytt og at tað er blivið vandamikið. Foreldruni teska saman í loyndum og til endans flyta tey longur norðeftir, til Aleppo. Hetta hugar ikki Mariam og Asil, sum mugu fara frá skúlanum og vinfólkinum. Serliga er tað Mariam sum ikki vil fara frá Nazir, grannadronginum, sum hon er forelska í. Men familjan flytur í 2011, tá ið Mariam er fjúrtan, skjótt fimtan ár. Ein dagin kemur pápin við pas til alla familjuna, so tey kunnu rýma. Men tey koma ongantíð so langt.

Her kemur eitt lop í bókini og man fer fýra ár fram.

Mariam og Luka eru tey einastu sum eru eftir. Tey búgva í kjallaranum í teirra niður brotnu husinum. Pápin gjørdi eitt loynirúm, til Luka í kjallaranum, við øllum teirra túsind bøkurnar sum tey áttu og tær blivu lagdar uppá hvørt annan og bygt til eina borg. Ótrúliga nokk so megnaði hon at standa, tá ið husini ramplaðu niður. Mariam og Luka sova á einari boksmadras, sum er 120 breið og 210 long. Húsini sum tey fluttu í, tá ið tey komu til Aleppo, hvurvu aftaná einum bombuálopið, eitt ár aftaná tey fluttu í tey. Hetta var fyri trimun árum síðani. Tey stríðast fyri at fáa mat og hvønn dag hoyra tey skot og bumbuálop í býnum. 

` Av og á bumba teir fyrst eina ferð, so at nógv fólk koma at hjálpa hinum. Og so - tá ið eru komin at bjarga teimun skaddu ella lurta eftir røddinum millum toftirnar- bumba teir einafer avtrat. Soleiðis at teir veruliga fáa lívið av nógvum í senn. Teir eru skilagóðir, tí tað kostar nógv at bumba. Av og á bumba teir triðju ferð eisini.`

Mariam er bangin og veit at hon kann ikki líta á nakran í býnum. Men nú er Luka blivin sjúkur, og hostar illa. Mariam veit at tey noyðast út úr teirra goymistaði og fáa hjálp til hann.

Bókin skiftir í fyrstani aftur og fram í søguni, aftaná tey eru flutt til Aleppo. Pápin hevði fingið pass og innfararloyvið til Turkalands til teimun, so tey kundu sleppa vekk úr Syria. Men so oyðulegði eitt bumbuálop alt. Mamman og pápin arbeiddu í einum loyniligum sjúkrahúsið, sum bleiv bumba og tey doyðu.

` Eg fati ikki, hví Asil og eg ikki syrgdu okkum til deyðis. Vit hugsaðu bara um Luka. Hann var stillur og bleikur. Tað var ikki tí at syrgja. Eg havi ikki havt tíð síðani. Tá ið eg komi til heimsins besta og eydnuríkasta land, fari eg at gráta í eitt ár. Men áðrenn tað má eg bara yvirliva.`

 Seinni raplaði húsini niður vegna eitt bumbuálop, og syskini flyta inn í bókaborgina í kjallaranum. Asil er elst av syskinum og er tann sum má hjálpa teimun. Tey hava ongar pengar,  og tann einasti mátin tey kunnu fáa mat, er at Asil fer út at selja seg sjálva. Hetta oyurleggur hana.

At okkurt verður oyðulagt. Sálin. Tað kann gera tey sjúkari enn nakað annað. Sum sálin í Asil. Hon misti hana. Eg eri ikki beinleiðis fegin um at hon doyði, men okkurt í henni var longu dripið”

Ein dagin er aftur eitt álop, og Asil blívur rakt og doyr og nú er tað bert Mariam og Luka eftir. 

Mariam varnast at heilsan hjá Luka versnarog hon veit ikki hvat hon kann gera fyri at hjálpa honum. Menninir í býnum eru bartrog, sum ikki eru bangin fyri at brúka børn ella kvinnur sum teir vilja. Øll brúka onkran fyri at yvirliva í tí sundur bumbaðum Aleppo. Og serliga er tað ungar vakrar gentur sum hava tað ringast. Mariam hevur tó pass og innfararloyvið sum pápin fekk til familjuna, og hon ger av at tey bæði skulu fara til Turkalands og so víðari til Noreg. Sera tíðliga um morgunin fara tey til ein mann, sum Mariam hevur givið pengar til og sum koyrir tey til ein buss sum fer til Turkalands. Í bussinum er Mariam úti fyri at ein maður slær hana og tekur teirra keksa pakka, sum tey høvdu við sær og er tað einasta tey høvdu eftir. Eingin í bussinum blandar seg og Mariam fær onga hjálp.

Tá ið bussurin fer um markið og er í Turkalands, veit hon at tað enn sera vandamiki hjá einari sjeytan árari gentu og lítla beiggjanum at ferðast einsamøll. Hon kann ikki líta á nakran. Men bussførarin yvirtalar hana at bíða at fara úr bussinum, tí ein onnur flóttafólkalega er nær við, sum er til kvinnur og børn og Mariam trýr honum. Tá ið tey koma hartil, varnast hon at okkurt ikki ruggar rætt. Ein gomul kona, sum eitur Kader, tekur imótir teimun og bjóðar teimun okkurt at drekka. Syskini bæði drekka og sova í eitt hálvan dag. Tá ið Mariam vaknar sigur Kader at hon hevur finni henni ein man, sum hon skal giftast við. Mariam blívur skelkað og í øðini, tí hon vil ikki giftast við nakran og slett ikki við ein púra ókendan mann. Hann hevur koyrt átta hundrað kilometrar frá Istanbul, at taka hana og Luka við sær. Mariam ætlar at rýma við Luka, áðrenn hann kemur, men bæði eru ov veik og beiggji hennara hevur febur og er ikki heilt við vit. Og so kemur brúðgómurin. Hann eitur Daron, er nógv eldri enn hon og hevur hár allastaðnis og koyrir hýruvogn. Hann roynir at práta við Mariam, men hon noktar yvirhøvur at svara honum. Hann tekur tey við sær heim, men áðrenn tað ætlar hann at vitja beiggja sín í Izmir. Ímeðan hann fer út úr bilinum at kanna um nakar er heima, tekur Mariam sjúka Luka úr bilinum og rennur avstað við honum. Hon ætltaði sær at finna eitt apotek og fáa heilivág til hann, men fyri at fáa antibiotika, má hon fara til læknan. Hon torir ikki at fara um læknin ringir til løgregluna. 

Ímeðan hon og Luka finna sær eitt gistingarhús og leggja seg at sova, finnur Daron tey. Hann er øgiliga illur og tekur hana og Luka við sær til Istanbul. Hann roynir at gera seg inn á Mariam, men hon megnar at at halda honum aftur, við at lýgva fyri honum. Tey koma enduliga til Istanbul og í íbúðini hjá Daron, býr systir hansara Fadime eisini har og hon vísur beinanvegin sína ónøgd við Mariam, sum ikki skilur hví hon er so óvinarlig við hana og at hon skal ikki vænta nakra hjalp frá henni. Tað varar ikki longi, áðrenn hon varnast at tey eru ikki syskin, men eru gift. Daron vil hava børn, men hevur ikki fingið nøkur við Fadime, fyrru konu síni, so hann keypti sær eina aðra. Mariam og Luka eru løst inni í einum kamari, men hon gerst frá sær sjálvari, tí skjótt er brúðleypi og Luka er blivin verri síðani tey fóru frá Aleppo. Ein dagin megnar Mariam at snýta Fadime og slær hana nidur við einari gólvlampu úr metali og hon og Luka rýma. Úti á gøtuni veit hon ikki hvat hon skal gera, tí hjá Daron kundi Luka fáa heilivág. Tey fara við einum býarbussi longur inn í Istanbul og koma til Hagia Sofía kirkjuna, har Mariam minnist afturá foreldrinum og systrini og brestu útí at gráta. Ein ungur maður, Krastio, sær hana og roynir at troysta hana.  Tey práta saman og hon fær at vita at hann koyrir lastbil. Eydnan er við Mariam og Luka, tí Krastio skal til Bulgaria og hon fær yvirtala hann til at taka tey bæði við sær. Hon veit ikki rættiliga, um hon kann líta á hann, men hann er vinarligur og hjalpsamur.

Eitt sjúkrahús er beint hinumegin markið, so Luka kann fáa hjálp. Men áðrenn tey koma til markið mugu tey fara afturum í frystiboksina í lastini í lastbilinum at goyma seg, so vaktirnir á markinum ikki finna tey. Hetta fer bert at taka ein tíma sigur Krastio, men tá hann kemur til markið, stegðar hann lastbilin og fer út at práta við onkran. Mariam og Luk sita og frysta í frystiboksini og tíðin gongur. Luka fellur í óvit og Mariam fer í panik. Hon roynir at vekja hann, men hann reagerar ikki og til endans blívur hon sera bangin og bankar og rópar eftir hjálp í frystirúminum. Enduliga opnar hurðin og tveir menn í búnum koma inn og finna tey. Teir royna at fáa lív í Luka, ímeðan Mariam hyggur at, og hon fær einki svar uppá, hví Krastio ikki lat hurðina upp og lovaði tey út. Hann sær sjálvur sera skelkadur út.

Ein sjúkrabilur kemur eftir Luka, men tá ið Mariam kemur til sjúkrahusið, fær hon at vita at Luka er deyður. Hon blívur púra vónbrotin og sorgarbundin, og veit at tað er hennara skuld. Um tey ikki vóru farin úr Syria, so var hann við vissu enn á lívi. Hon vil ikki tosa við nakran og Luka verður jarðaður í einum kirkjugarði nær við sjúkrahúsinum.

 Eg ræðist fyri, at Guð um allan aldur og ævir hevur strikað navn mítt úr lívsins bók. Men um hann bara tekur væl ímóti Luka, so gerst ikki við við mær.”

Presturin tekur synd í Mariam og vil hjálpa henni vekk frá løgregluni, sum ætla at senda hana aftur til Turkalands. Hon ætlar sær til Svøríkis og so til Norga, so hann keypur henni eina tokferðaseðil til Sofia í Bulgaria. Hann hjálpir henni í ein tokkliva har tríggjar eldri kvinnur eru, Anna, Theodora, og Donka og tær eru so vinarligar við hana.

Tá ið tær koma til Sofia, skiljast tær og Mariam ætlar at keypa sær ein ferðaseðil til Svøríkis, men hon er bert sjeytjan ár, og at norðanlondini taka ikki ímóti flóttafólkum, og hon fær at vita at barnaverdin í landinum hatar børn. Mariam er troytt av øllum og orkar ikki at fólk skulu gera alt fyri henni. Hon hevur mist alla familjuna, hon fær ikki ferðaseðil til Svøríkis og kennir ongan í Sofia. Ella jú. Kvinnunar í tokinum og hava sett seg í Macdonalds at eta og heilsa so vinarliga uppá hana, tá ið hon kemur aftur.

Her endar bókin á einum cliffhanger.

Rithøvundurin Bjørn Sortland hevur havt samrøður við flóttafólk úr Sýria og gjørt kanningararbeið, um hvussu vandamikil ferðin er at liva og flýggja úr einum kríggjsherðjandi landi. Bókin er sera realistisk og lýsur støðuna hjá nógvum børnum og ungum sum flýggja til betri lond.

Bokin er sera løtt og kapitlarnir eru sera stuttir, umleið ein til tríggjar sígur long. Bókin er deild upp í seks partar. Tann fyrsti er Mariam og Nazir, og er tá ið familjan flytur til Aleppo og fyra ár seinni, tá ið Mariam og Luka búgva í kjallaranum. Tann næsta er tá ið hon ger av at flýggja ur Sýria og hon kemur í samband við Kader, sum snýtur hana og selur hana til Daron. Tann triðji er tá ið Daron tekur tey til Izmir og hon rýmur við beiggjanum, men tey blíva funnin aftur og tikin heim, har hon aftur megnar at rýma. Fjóðra er tá ið tey møta Krastio, sum skal hjálpa teimun, men vegna hansara óansi, doyr Luka í frystiboksini í lastbilinum. Fimta er tá ið Mariam syrgur beiggja sín og sætta hjalpur presturin henni at rýma til Sofia og hon møttir trimun vinarligum kvinnum.

Hetta er ein sera spennandi, men eisini sera syrgin bók, um børn sum flýggja, um vandan og stríði, at líta á nakran, og misnýslu á teimun veiku so sum kvinnur og børn, sum møta fólk sum ikki vilja teimun naka gott. Bókin er sera skjótt at lesa og er sera góð. 

Kommentarer

Populære opslag